Tíðindi

Sera spell at námsætlanararbeiðið er útsett

Tað eru námsætlanirnar, sum gera tann stóra munin í skúlanum, ikki ein tillagað fólkaskúlalóg. Tí er sera spell at útseta arbeiðið at endurskoða og dagføra námsætlanirnar, til arbeiðið at endurskoða fólkaskúlalógina er liðugt. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

10.10.2022

Í summar segði landsstýrismaðurin við skúlamálum, Jenis av Rana, at arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar er útsett, til fólkaskúlalógin er liðug endurskoðað og samtykt.

- Arbeiðið, sum er gjørt higartil, er kroyst inn í Nám og fíggjað av verandi játtanini hjá Námi. Tað, sum er gjørt higartil, er neyðugt og áhugavert, men veruleikin er, at arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar ongantíð veruliga er sett í gongd. Vit mugu seta aðra kós í okkara undirvísing og í mátanum vit hugsa undirvísing, og tað arbeiðið – grundleggjandi at hugsa innihaldið í fólkaskúlanum av nýggjum – byrjar við nýggjum námsætlanum, og tað er ikki veruliga farið í gongd enn. Míni ráð til landsstýrismannin eru at seta arbeiðið í gongd og seta pengar av til námsætlanararbeiðið, ongantíð ov skjótt.

Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at Nám eigur at halda fram við arbeiðnum, tey gera. Tað, sum verður broytt í fólkaskúlalógini, tá ið hon er endaliga samtykt av nýggjum, kann verða tillagað inn í námsætlanirnar.

- Endamálið við fólkaskúlalógini er gott, tað eiga vit at verja og varðveita, og eg rokni ikki við, at lógin verður grundleggjandi broytt. Tað er hinvegin stórur tørvur at dagføra námsætlanirnar, og vit missa meiri við at bíða, sjálvt um tað endar við, at vit mugu gera smávegis tillagingar í námsætlanini vegna lógarbroytingar.

Jacob Eli S. Olsen hevur fleiri ferðir víst á, at námsætlanir ikki eiga at hava so nógv einstøk førleikamál og ei heldur støðisførleikar, sum lærarar kenna seg lítið aftur í.

- Heldur eiga námsætlanirnar at savna seg um neyðugar arbeiðshættir og at fáa eitt nú kt-dannilsi og heimsmálini, sum als ikki verða nevnd í námsætlanunum, inn í námsætlanirnar. Tað er so nógv, sum er uppi í samtíðini, ið verandi námsætlanir als ikki hava fyrilit fyri ella yvirhøvur taka við. Námsætlanirnar liggja tætt at gerandisdegnum í skúlanum, og tað er har vit eiga at gera tillagingar, um vit ætla at gera broytingar í skúladegnum. Tá ið námsætlanirnar vóru gjørdar í 2010, fóru vit alt ov nógv niður í smálutir og neyv førleikamál. Námsætlanirnar uttanlands hava langt síðan lagt á annan bógv, meðan vit enn standa í stað. Vit mugu fáa hetta á beint sum skjótast, og tað ger einki um hetta arbeiðið verður gjørt, meðan fólkaskúlalógin enn verður endurskoðað.

Ein arbeiðsbólkur arbeiðir við at endurskoða fólkaskúlalógina. Roknað verður við, at fyrstu tilmælini frá arbeiðsbólkinum koma í heyst.

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni