Tíðindi

Sera gott samanhald í Sumba

Arnfinnur Bjarkhamar, fyrstilærari í Sumba, er sannførdur um, at fólk í tí traditiónsríku bygdini trívast so væl, tí at samanhaldið millum fólkið í bygdini er ómetaliga gott. Tey hava so nógv at vera saman um

15.03.2017

Tað ber í sær, at Sumba, Føroya syðsta bygd, yvirlivir væl og virðiliga sum nærsamfelag, heldur vágbingurin Arnfinnur Bjarkhamar, ið hevur verið lærari í Sumbiar kommunu í 21 ár. Hann var fyrst lærari á Leiti – skúlanum millum Lopra og Akrar – í tvey ár, áðrenn hann varð fyrstilærari í Sumba fyri 19 árum síðan.

Sumbiar kommuna um bygdirnar Sumba, Lopra, Akrar og gomlu búplássini Víkarbyrgi og Akraberg. 340 fólk búgva í kommununi, og 240 búgva í sjálvari bygdini Sumba.

- Jeg haldi, at skúlin er blivin so góður nú, at eingin vandi er fyri, at hann støðgar upp, sigur Arnfinnur.

Í løtuni ganga 25 børn í Sumbiar skúla, sum er skipaður í sjey flokkar frá 1. til 7. flokk. Næmingarnir í Sumba fara í framhaldsdeild – 8. og 9. flokk – í Vági. Fyri nøkrum árum síðan stongdi skúlin á Leiti. Tað var í 2009. Børnini haðan fóru so í Sumbiar skúla, og síðan tá er næmingatalið nørt. 1., 2. og 3. flokkur ganga saman, síðan 4. og 5, men í summum fakum eru øll saman, til dømis í kristni.

Tríggir lærarar eru í Sumbiar skúla, men tað er bara Arnfinnur sjálvur, ið hevur fult starv. Hinir báðir hava næstan fult starv. Tað verður regulerað eftir skemanum. Allir tríggir lærararnir í skúlanum eru vágbingar. Tveir teirra, Arnfinnur Bjarkhamar og Guðrun í Líðini búgva í Vági, so teir koyra ímillum. Tann triði vágbingurin, Amy Thomsen, býr í Sumba. Hon er gift við borgmeistaranum í Sumbiar kommunu, Eyðbjørn Thomsen.

- Nú verða okur 27 næmingar eftir summarferiuna, møguliga 28, so at størri skúlin verður, verri verður at steingja hann, sigur fyrstilærarin.

Men í løtuni er politiska rákið ikki at steingja smáar skúlar. Nú verður mest røtt um samstarv við stórar skúlar. Sumbiar skúli hevði í fjør samstarv við Vágs skúla um alisfrøði. 7. floks børnini í Sumba við lærara fóru til Vágs í tímarnar har í alisfrøði.

Sambært Arnfinni Bjarkhamar er tað slættis ikki so lætt at vera lærari í einum so lítlum skúla sum tí í Sumba, tí lærarin skal duga alt.

- Tú kemur úr læraraskúlanum við tveimum-trimum valfakum, sum tú hevur spesialiserað tjeg í, og so fert tú at hava so nógv annað, sum tú ikki hevur havt, men má duga, heldur hann fyri.

Arnfinnur hevur til dømis enskt í 5. flokki, hóast hann ongantíð hevði enskt á læraraskúlanum. At vera lærari í einum lítlum skúla krevur meiri av tær fakliga enn at vera lærari í einum stórum skúla.

Sumbingar hava annars langt síðan ásannað, at skúlin er týdningarmesti mentanarberin.

- Okur kvøða nógv um veturin, sigur Arnfinnur, sum í síni tíð var formaður í dansifelagnum Jómsvíkingum í Vági.

Kvæðamentanin í Sumba trívist væl í skúlanum og í bygdini yvirhøvur. Her hava nakrir ungir sumbingar tikið seg saman og lært seg tey gomlu kvæðini aftur. Hóast fleiri arbeiða í Havn er eitt rættiligt toymi í Sumba, sum ikki stendur aftanfyri tær gomlu kvæðakempurnar í bygdini.

Hyggasíggj!


Myndin:
Arnfinnur Bjarkhamar, fyrstilærari í Sumba, er fegin um, at Sumba, Føroya syðsta bygd, yvirlivir væl og virðiliga sum nærsamfelag, og skúlin trívist væl

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni