Tíðindi
19.07.2023
Tá ið vit byrja í skúla, er stavraðið eitt tað fyrsta, vit læra. Síðan verður farið undir eina spakuliga tilgongd at seta bókstavir saman, og seta vit teir í rætta raðfylgju, kunnu vit gera øll hugsandi orð.
Fyri summi børn er galdandi, at tey fara undir hesa tilgongdina ógvuliga tíðliga og uttan at nakar hjálpir teimum. Hesi børnini hava tað, sum granskarar nevna hyperleksi.
18 mánaðir
Gransking í hyperleksi hevur víst, at børn, sum eru 18 mánaðir, kunnu læra at lesa. Amerikanski Sebastian Esposito er ein teirra. Norska heimasíðann Ung.forskning.no hevur tosað við pápa hansara, Ryan Esposito.
– Tá Sebastian var 18 mánaðir, byrjaði hann at spæla við bókstavir, sum eru gjørdir úr træi, og hann setti teir saman til rættilig orð, sigur Ryan.
Í dag er Sebastian 5 ár. Hann er ógvuliga hugtikin av ymsum sløgum av bókstavum.
– Hann byrjaði at skriva við ymsum sløgum av fontum, tá ið hann gjørdist besettur av Microsoft Word, sigur pápi hansara.
– Summi halda, at vit noyða hann
Foreldrini hjá Sebastiani høvdu ongantíð hoyrt um hyperleksi, ella at børn so tíðliga kunnu lesa. Tey leitaðu á netinum og spurdu Google, “hví er okkara barn púra besett av bókstavum?” Tá funnu tey út av, at talan mátti vera um hyperleksi. Tey halda, at fólk eiga at kenna til hetta fyribrigdið.
– Tað eru nógv, sum ikki skilja, at Sebastian og onnur børn kunnu hava so stóran áhuga fyri bókstavum, sigur Ryan.
Summi halda, at foreldrini noyða hann at skriva og lesa, men Ryan sigur, at soleiðis er tað á ongan hátt.
– Sebastiani dámar bókstavir á sama hátt, sum onnur børn dámar fótbólt ella dinosaurar, sigur hann.
Um foreldrini siga, at hann eigur at gera okkurt annað og fara út ein túr, vil hann helst skriva ymiskar bókstavir og orð við kriti á asfaltið. Sebastian hevur diagnosuna autismu. Kanadiskir granskarar hava funnið út av, at 6 til 21 prosent av børnum við autismu eisini eru hyperlektisk.
Hvat er lesing í grundini?
Hóast ung børn við hyperleksi kunnu seta bókstavir saman til orð og lesa, merkir tað ikki, at tey skilja tað, sum tey lesa. Tað tekur tíð at læra seg orðini í einum máli. Sebastian dugdi heldur ikki so nógv orð, tá ið hann var 18 mánaðir gamal.
Monica Melby-Lervåg er professari í sernámsfrøði. Hon heldur, at tað er imponerandi, at Sebastian dugir at lesa so ungur.
– Men tað týdningarmesta við lesing er kortini at kunna skilja tað, sum tú lesur. Tí er ikki so umráðandi at læra so ung børn at siga og gera orð so langa tíð, áðrenn tey byrja í skúla. Flest børn læra at lesa í fyrsta flokki kortini. Tá hava tey aldur at kunna gera nógv ymisk orð og skilja tað, tey lesa.
Og hjá børnum í barnagarðsaldri hevur tað størri týdning, at tey læra, hvat ymisk orð merkja, heldur enn at læra at lesa tey.
– Vit leggja okkum tí mest eftir at hugsa um lesing, tá ið børn byrja í skúlanum, sigur Monica.
Kelda: forskning.no