Tíðindi
13.11.2024
Ásbjørn Berthelsen er lærari í Runavíkar kommunuskúla. Hann undirvísir í alis- og evnafrøði og tónleiki. Eisini er hann KT-vørður.
- Sangur hevur stóran týdning fyri børn, og har er fólkaskúlin væl við serliga í grunddeild. Eg havi verið meira í miðdeild og framhaldsdeild, og tað er tá, at næmingar byrja at tíma verri at syngja. Men í grunddeildini syngja tey av lív og sál.
- Kanningar vísa, at tað hevur stóran týdning, at børn syngja og brúka kroppin. Sangur er nevniliga so nógv og gerst tí eitt gott amboð at menna heila menniskjað. At læra at anda og úttala orð, at brúka kroppin, og í kóri er upphiting við, sum í grundini samstundis er ein kropslig upphiting. Eitt sindur sum fimleikur. Hetta er alt samalt so óalmindiliga gott fyri næmingarnar.
- Aftrat tí kropsliga kemur tað sosiala. Sangur kann menna góða felagsskapin og gott samspæl. Vit kunnu jú ikki vera í ringum lag, tá ið vit syngja. Tað vil siga, at tá ið vit eru í einum góðum felagsskapi, so verður verri at arga og happa. Og síðani ikki at gloyma málsligu menningina. Bæði við úttalu og nýggjum orðum. Tí er tað gott at varðveita sang á tímatalvuni hjá næmingunum og eisini framhaldandi at gera okkum ómak við morgunsangi.
Í sanginum eru jú øll brigdi so sum gleði, sorg, ótti og undran á einum alheims máli, sum øll skilja, og hetta í sálmum og sangum, kvæði og fólkaløgum og so framvegis, vísir Ásbjørn Berthelsen á og leggur dent á, at hetta eru amboð, sum eru uppløgd at brúka og menna bæði heima og í skúlanum.
Samstundis sum Ásbjørn vísir á, hvussu heim og skúli kunnu samstarva, so tosar hann hugleiðandi um, hvussu sálmar, sangir og løg kunnu ávirka sinnið og vera við til at siga góðu søguna, har uppaling fylgir við.
- Sum lærari brúki eg virkið sang, tá ið eg til dømis fái vikartímar. Tá taki eg gittaran við inn í tíman, so syngja vit ein góðan. Hetta letur ein heilan heim upp á víðan vegg. Søgur um rithøvundar, góð og djúp evnir, kend og ókend orð, innihald at tosa um og alt hetta her, sum vit sjálvandi kunnu brúka bæði heima og í skúlanum.
- Vit kunnu bara taka orðingina strikar á bunka tú gyltu rá úr Kongaríkið í Bábylon. Vita næmingar í dag, hvat tað merkir? Ein góður sangur við eini avbera góðari søga. Og hvat merkir orðið fjallafonn ella orðingin vindur tó piltur sær segl í rá, spyr Ásbjørn og smílist og heldur fram:
- Sangurin Dáin kann eisini roynast sum eitt veruligt amboð og geva góðu samrøðuna. Ein vøkur og einføld náttúrumynd við einum so álvarsomum evni sum happing. Sjálvt um Hans Andrias Djurhuus neyvan nakrantíð hevði hoyrt orðið happing, so hevur hann sæð og upplivað, at nøkur verða útihýst. Hann hevur einki orð fyri tað, men heldur gevur hann okkum eina vakra yrking.
- Og tað er jú dáin, sum er tann vakri.
Hetta alt ríkar bæði um hugan og orðfeingið, og málmenning í sjálvum sær hevur so ovurstóran týdning fyri børn í dag, sum ofta brúka onnur og fremmand orð heldur enn tey føroysku. So vit eiga at gera okkum ómak við málinum, at læra føroysk orð og eisini týdningin, sum liggur í orðunum.
Les alla samrøðuna, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 5, 2024.