Tíðindi
26.08.2024
Fyri at menna fakliga og sosiala arbeiðið hjá starvsfólkunum verður toymisarbeiðið í skúlunum styrkt, m.a. við vitanargrundaðum skipaðum samstarvshátti sum t.d. co-teaching. Hesin leisturin stuðlar eisini menningini av felagsskapinum í skúlanum eins og í flokkinum. Soleiðis ljóðar áttanda tilmælið í stóru trivnaðarkanningini, sum varð almannakunngjørd á heysti í fjør. Co-teaching ella samundirvísing, sum fyribrigdið eitur á føroyskum, er eitt av nógvum góðum amboðum at broyta eina mentan og eina skipan, sum fólkaskúlin er, heldur Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi.
- Hetta amboðið kann rigga sera væl, tá ið talan er um at fáa okkum øll at arbeiða saman, og tað er júst tað, vit mugu, um vit skulu skapa karmar fyri trivnaði og góðum felagsskapi. Hugtakið sálarligur tryggleiki fær rúmd í teirri undirvísingarstøðuni. Tørvurin at kenna teg at vera tryggur, har tú ert, er grundleggjandi hjá okkum øllum. Kanska hava vit gloymt hendan og annan grundleggjandi tørv í okkara skúlaskipan. Øll menniskju er fødd við einum áhuga fyri at mennast, læra, vera forvitin og spæla. Hvussu ber tað so til, at áhugin fyri undirvísing er dalandi í fólkaskúlanum? Okkurt bendir á, at hugurin at læra og vera forvitin verður køvdur í skúlanum. Hetta hendir ikki bara í Føroyum, men eisini uttanlands. Tað er nógv, vit kunnu gera at birta í tann hugin aftur; eitt er at menna okkara afturboðanarmentan. Í staðin fyri altíð at meta um eitt avrik er rætt ella skeivt, so eiga vit at styrkja ta formativu afturboðanina. Sálarligur tryggleiki í einum skúla, á einum arbeiðsplássi ella felagsskapi snýr seg eisini um at tora at gera feilir, og at tú torir at fáa afturboðan upp á tað, tú gert. Afturboðan verður sæð sum ein hjálp til úrtøkuna, tað vil siga nakað positivt.
Enn hoyra vit ikki nógv um sálarligan tryggleika, tá ið fólkaskúlin er á breddanum, men trivnaðarráðgevin ivast ikki í, at vit fara at hoyra nógv um tað í framtíðini.
Flow-ástøðið sigur, at tað er ikki nóg mikið ella nóg gott bara at kenna teg tryggan, tí so er vandi fyri, at tú fert at keða teg; tú skalt hava avbjóðingar, sum hóska til tín, og tær skulu vera passandi krevjandi. Tað er væl í samsvari við tað, sum vit vilja í skúlaverkinum. Tað, sum vit tó síggja, er, at tað hevur ikki eydnast okkum nóg væl at skapa nóg góðar karmar fyri, at tað hendir.
Í frágreiðingini um broytingar í fólkaskúlalógini stendur at lesa um samundirvísing ella co-teaching, at samundirvísing í ein ávísan mun kann samanberast við tvílæraraskipanina, sum vit kenna frá innskúlingini, har tvey starvsfólk eru knýtt at flokkinum part av skúladegnum. Sostatt eru partar av samundirvísing ikki heilt fremmandir. Samundirvísing hevur millum annað sum endamál at styrkja inklusjónina í vanliga flokkinum.
Samundirvísing hevur eins og tvílæraraskipanin sín uppruna í Amerika, har lærarin, serlærarin og granskarin Marilyn Friend skrivaði sína fyrstu grein um co-teaching seinast í sjeytiárunum. Hetta hugtak hevur vunnið fram, eisini her hjá okkum, serliga tí at her verður hugsað um undirvísingarhættir, sum sameina sernámsfrøði og námsfrøði í arbeiðinum at skapa eitt inkluderandi umhvørvi.
Krøvini til tey, sum arbeiða við samundirvísing, eru, at tað:
– krevur tvey javnsett ella javnverd fakfólk
– krevur virðing og álit
– krevur javnt arbeiðsbýti
– krevur, at starvsfólkini geva hvørjum øðrum konstruktivan kritikk
Undirvísingarhættirnir kunnu setast upp í seks ymiskar arbeiðshættir:
– ein undirvísir og ein er hjálpari
– ein undirvísir og ein eygleiðir
– statiónsundirvísing (at skipa eina næmingalagaða undirvísing)
– toymisundirvísing
– paralellundirvísing
– alternativ undirvísing
Marilyn Friend vísir á, at tað er neyðugt at menna eitt tætt fleirfakligt samstarv ímillum professionell við ymiskari vitan og førleikum. Hetta er fyritreytin fyri, at allir næmingar fáa optimala læri- og menningarmøguleikar innan fyri somu fysisku karmar.
Um samundirvísing skal eydnast, so er sera týdningarmikið, at leiðslan gongur á odda og áhaldandi er við í arbeiðinum at leiða og skapa eina samarbeiðsmentan um undirvísingina. Hetta er grundarlagið, sum bygt verður á, um tvílæraraskipan og samundirvísing skulu eydnast, og at tað ikki eru einstakir lærarar, eldsálir, sum royna at seta skipanina í verk, men at samundirvísing er eitt felags mál í skúlanum. Tað er samstundis umráðandi, at leiðslan fær játtan og møguleika at tryggja lærarunum førleikamenning, so at teir kunnu taka skeið ella eftirútbúgving og førleikamenna seg til henda arbeiðsháttin.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 4, 2024.