Tíðindi

Samstarvssamrøðan gott amboð at koma at kenna næmingin

Týðandi amboð í slóðbrótandi verkætlanini Saman um barnið, sum stovnar og skúlar í Vágum eru í holt við, er samstarvssamrøða millum stovn, skúla og foreldur.

24.02.2025

Undir samrøðuni verða allir steinar lyftir og vendir, soleiðis at stovnurin – tað er dagstovnurin ella skúlin – hava so góða undanvitan um barnið sum til ber. Henda samstarvssamrøðan er partur av verkætlanini Saman um barnið, sum fevnir um dagstovnar, skúlar og frítíðarskúlar í oynni – tað er øll børn í aldrinum 0-18 ár. Endamálið við verkætlanini er, at tað skal vera betri at vera barn í Vágum, tá ið talan er um heilsu og trivnað.

- Í verkætlanini eru nógv góð og hent amboð; tá ið talan er um skúlan er samstarvssamrøðan eitt týðandi amboð, sigur Dania Niclasen, skúlastjóri í Sørvágs skúla.

Í Sørvágs skúla, sum hevur 157 næmingar, eru fýra lærarar valdir út at vera orkufólk í Saman um barnið. Av hesum fýra eru tríggir skúlaðir at gera samstarvssamrøður við foreldur; hesir tríggir skúla síðan hinar lærararnar í skúlanum at gera samrøðuna, soleiðis at allir lærarar skúlans kunnu gera hana. Tað fjórða orkufólkið fer at taka sær av verkætlanini TÍTT, sum er Tiltøk í tøkum tíma, ein skipað tilgongd við eygleiðingum og arbeiðshættum at varnast tekin um vantandi trivnað so tíðliga sum gjørligt.

- Vanliga hava vit viðtalu við øll foreldur eina tíð inn í fyrsta skúlaárið. Tað nýggja við hesi samstarvssamrøðuni er, at hon er ein nógv longur samrøða, og at hon verður gjørd út frá einum ávísum leisti og frymli, har vit seta munandi fleiri spurningar og fara í dýpdina við ymiskum. Yvirskipað er felagsnevnarin undir samrøðuni mentanin á staðnum og barnafatanin ella barnasýnið. Foreldrini verða spurd um alt møguligt, sum hevur við barnið at gera, soleiðis at skúlin kemur at kenna barnið, umstøðurnar, fortreytirnar og avbjóðingar hjá barninum. Henda vitanin skal gera tað lættari at vera barn í skúlanum, umframt at tað eisini skal styrkja sambandið millum heimið og skúlan.

Undir samrøðuni verður støði tikið í persónsmenskuni hjá barninum og fyrstu barnaárunum, familjuni og netverkinum, gerandisdegnum hjá barninum og væntanunum til skúlan. Í øllum, sum spurt verður um, hevur tað týdning at fáa vitan um, hvørjar umstøður barnið hevur, alt tað sosiologiska rundan um barnið, til dømis hvør kann hjálpa barninum at gera skúlating, og hvørjar tilknýtispersónar barnið hevur. At enda verður tikið saman um, har foreldrini sleppa at siga, hvussu tey upplivdu samrøðuna.

- Nú farið verður í gongd fyrstu ferð, verður tað sannlíkt flokslærarin og ein annar lærari hjá flokkinum, sum fara at hava samrøðuna. At ein heilur tími er settur av ger óivað, at tað eru stundir og umstøður at greiða ítøkiliga frá barninum.

Stranda skúli hevur arbeitt við samstarvssamrøðuni í eina tíð, og lærarar haðani hava verið í Sørvági og greitt frá.

- Sum vit skilja tað á teimum, so hevur henda samrøðan gjørt stóran mun, ikki minst í sambandinum millum barnið og læraran. Vit hava stórar væntanir um, at tilvitið um støðuna hjá barninum, sum vit nú fara at fáa, fer at gera stóran mun. Vit rokna eisini við, at samrøðan fer at gera tað greiðari, hvør uppgávan og ábyrgdin hjá heiminum er, og hvør uppgávan og ábyrgdin hjá skúlanum er. At mørkini millum skúla og heim verða gjørd greiðari, tí tað er neyðugt. Tað eru foreldur í dag, sum hava lyndi til at blanda seg ov nógv uppí, hvat verður gjørt í skúlanum, eisini hvussu undirvísingin fer fram. Eg rokni við, at henda samrøðan fer at gera, at foreldur fáa størri álit á skúlan og lærararnar.

Alt, sum kemur fram undir samstarvssamrøðuni, verður skrivað niður, soleiðis at viðkomandi partar kunnu lesa tað, sum er skrivað um barnið.

Ætlanin er, at samstarvssamrøða verður gjørd við hvørt skifti hjá barninum; tað er, tá ið barnið byrjar í vøggustovu, barnagarði og so fyrsta flokki; síðan fyri hvørt skifti í skúlanum, frá grunddeild til miðdeild og miðdeild til hádeild.

- Orkufólkini eru saman við leiðsluni samskiparar av verkætlanini. Kemur eitt barn í skúla mitt í skúlaárinum ella í úrtíð, so verður eisini samrøða við foreldrini hjá hesum barninum.

Byrjað verður undan skúlaárinum, sum byrjar í august 2025.

Um verkætlanina Saman um barnið verður sagt:

Tað skal vera betri at vera barn er høvuðsendamálið í slóðbrótandi verkætlanini Saman um barnið. Verkætlanin er fyri øll børn og ung í Vágum í aldrinum 0–18 ár og avvarðandi starvsfólk. Til samans um 880 børn og ung og 220 starvsfólk. Tað eru Sørvágs kommuna og Vága kommuna, sum eiga verkætlanina saman við avvarðandi landsstovnunum.

Fyri at røkka høvuðsendamálinum er orðað ein felags barnafatan, og arbeitt verður við at skipa formlig samstørv á stovnum, millum stovnar og við foreldur, so vit soleiðis fáa bestu heilsu- og trivnaðarfremjandi karmar fyri børn, ung og avvarðandi umframt øll starvsfólk.

Alt vit býr ikki í einum høvdi, men til samans hava vit ómetaliga nógv vit, sum vit vilja gagnnýta fult út, so at tað verður betri at vera barn í Vágum

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni