Tíðindi

Samskipað skúlatiltøk hjá SSS

Teir tríggir smáu skúlarnir, Kaldbaks skúli við sínum 29 næmingum og fýra lærarum, Velbastaðar skúli við sínum 54 næmingum og sjey lærarum og Nólsoyar skúli við sínum 14 næmingum og trimum lærarum – til samans 97 næmingar og 14 lærarar – skipa fyri ávísum felags tiltøkum ítróttardagin, sum í ár var í Kalsbak mikudagin 28. september

16.11.2016

Samskipað tiltøk eru lýst í tí, tey rópa SSS-samstarvið, ið er teir tríggir smáu skúlarnir í Suðurstreymoy, Kaldbaks skúli, Velbastaðar skúli og Nólsoyar skúli.

Hesir tríggir skúlarnir hava saman ítróttardag eina ferð um árið. Hesin ítróttardagurin er eitt sindur áðrenn summarfrítíðina. Teir tríggir skúlarnir skifta um triðjahvørt ár at skipa fyri ítróttardegi. Hetta skúlaárið – 2016/17 – savnast teir tríggir skúlarnir áðrenn summarfrítíðina 2017 á Velbastað við tiltakinum, tá ið børnini verða bólkað saman.

Teir tríggir suðurstreymoyar skúlarnir hava eisini rennidag saman. Í ár var hann fríggjadagin tvær vikur undan heystfrítíðina í oktober.

Og nú herfyri høvdu skúlaleiðslurnar í SSS-samtakinum gjørt av, at lærararnir fóru allir á fyrstahjálparskeið saman fríggjadagin 11. november. Rólant Joensen, ein av teimum fýra lærarunum í Kaldbaks skúla, er eisini fyrstahjálparlærari. Hinir tríggir lærararnir eru Signy Hermansen, Malan Háberg og Rudolf Joensen.

So samstarvið í SSS-samtakinum hjá Tórshavnar kommunu er bæði vítt og gott, siga tær báðar, Malan Háberg og Signy Hermansen.

Malan Háberg hevur verið lærari á Venjingarskúlanum – nú Skúlin á Fløtum – í Havn í mong ár. Hon tók við sínum starvi í Kaldbaks skúla, tá ið hetta skúlaárið byrjaði í august í ár.

- Tað er tí, at Skúlin á Fløtum gjørdist ov stórur, sigur Malan Háberg.

Undan teirri víðfevndu samanleggingini í Havn vóru einir 40 lærarar og umleið 400 børn í tí gamla havnarskúlanum. Tann stóra samanleggingin savnaði eini 800 børn og um 80 lærarar undir eina skipan. Tað var ov nógv, heldur Malan, og haraftrat húsast Skúlin á Fløtum í so nógvum ymiskum bygningum í Havn.

Malan fór í farloyvi í eitt ár. Hon søkti starvið í Kaldbak, fekk tað og byrjaði í august í ár eftir at hava verið vikarur her í ein mánað fyri summarfrítíðina, og henni dámar væl at vera lærari í Kaldbak. Hann er eitt prógv um, at ein lítil skúli er minst líka góður sum stórskúlin. Børnini í smáskúlanum eru nærri tí handliga gerandisdegnum, ið er so natúrligur úti á bygd. Tað gerandisliga yvirlitið er yvirhøvur greiðari úti á bygd enn til dømis í Havn.

Myndatekstur:

Teir báðir kaldbakslærararnir, Malan Háberg og Signy Hermansen trívast væl í Kaldbaks skúla

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni