Tíðindi

Samrøðubólkurin hjálpir børnunum at finna fótafestið av nýggjum

- Vit hjálpa børnunum at finna ein samanhang í tí, tey uppliva, soleiðis at tey ikki gerast so ørkymlað av øllum broytingunum. Tað er gott hjá børnunum at tosa við onkran, sum ikki er partur av tvístøðuni heima, sigur Durita Jakobsen, barnabólkaleiðari.

16.08.2016

Tvey tey farnu skúlaárini hava næmingar í Runavíkar kommunu, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt, havt møguleika at koma í samrøðubólk at tosa um avbjóðingarnar, tað kann hava við sær, tá foreldrini ikki longur eru saman, og alt heima er broytt.
- Er tað so serligt, at foreldur fara frá hvørjum øðrum, tá ið tað eru so nógv, sum skiljast, kunnu vit spyrja. Tað er kanska so vanligt, at vit gloyma, at tað vanliga lívið ikki altíð er so einfalt. Vit geva okkum kanska ikki nóg nógv far um trupulleikarnar, børnini kunnu fáa, tá foreldrini skiljast, júst tí at tað er so vanligt, sigur Durita Jakobsen, barnabólkaleiðari.

Saman við heilsufrøðinginum í Skúlanum við Løkin, sum eisini hevur útbúgving sum bólkaleiðari, hevur hon í tvey skúlaár havt samrøðubólkar fyri næmingar í 4.-6. flokki.
- Fyrstu royndirnar eru, at tað avgjørt er tørvur á slíkum samrøðubólkum, og at vit kanska eiga at víðka tilboðið til aðrar aldursbólkar eisini; tað er eisini tørvur á framhaldsskeiði fyri tey børn, sum hava tørv á fleiri enn teimum 8 ferðunum, ið eru í tí fyrsta skeiðnum, sigur Durita Jakobsen.

Nógv tey flestu børnini, hvørs foreldur fara hvør til sítt, koma væl tvørtur um skilnaðin hjá foreldrunum; hjá fimta hvørjum barni, ella um 20 prosentum, verður skilnaðurin ein avbjóðing.
- Vit hava eingi hagtøl, men tað hava danir og norðmenn, og okkara viðurskifti eru sannlíkt rættiliga lík teirra; har verður sagt, at tað er ikki skilnaðurin í sær sjálvum, sum skaðar barnið. Men fyri fimta hvørt barn eru tað avleiðingarnar av skilnaðinum, sum gera tað trupult at klára gerandisdagin. Skilnaðurin hevur við sær eina sorg, sum broytist, og barnið upplivir nýggjar og onkuntíð ósambæriligar kenslur. Fyri nógv skilnaðarbørn er hetta ein long tilgongd. Tey kunnu stundum kenna seg sundurklovin, og eitt nú fyllir longsulin nógv. Børnini kunnu vera ógvuliga ymiskt fyri; hjá summum teirra eru foreldrini júst farin frá hvørjum øðrum; hjá øðrum er long tíð fráliðin. Í skúlanum merkja vit, at summi av hesum børnum fáa okkurt at stríðast við, sum tey ikki rættiliga vita, hvat tey skulu gera við. Vit síggja tað eitt nú á atferðini; tey kunnu gerast lættliga ill og viðbrekin, og hjá summum fyllir tað nógv, at tey skulu skifta millum foreldrini; ótryggleikin at skifta millum bústaðir kann elva til, at barnið verður ørkymlað, sigur Durita Jakobsen.

Lesið alla greinina í Skúlablaðnum, sum kom 12. august.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni