Tíðindi
14.01.2018
Samhugaverkfallið hjá Føroya Lærarafelag við Pedagogfelagið skuldi vera frá mánadegi 15. januar kl. 7.00 til týsdagin 16. januar kl. 7.00.
Stríðsstigið er nú avlýst, eftir at sáttmálapartarnir komu ásamt um eina semju sunnunáttina.
Samstundis sum Føroya Lærarafelag hevur avlýst samhugaverkfallið fyri sínar limir, hava hini 20 feløgini, sum eisini vóru við í samhugatiltakinum, á sama hátt avlýst síni samhugaverkføll.