Tíðindi

Samgongumeirilutin í fíggjarnevndini heldur fast við sparingarnar í fólkaskúlanum

Samgongumeirilutanum í fíggjarnevndini tekur undir við uppskotinum og broytingaruppskotinum hjá landsstýrinum at skera 6,1 av játtanini til fólkaskúlan fyri 2025. Uppskotið var samtykt við aðru viðgerð í løgtinginum í gjár. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

17.12.2024

Ætlaði niðurskurðurin í fólkaskúlanum kemur aftrat sparingini á 1,2 mió. í játtanini til fólkaskúlan fyri 2024, so tilsamans verða 7,3 milliónir skornar av játtanini til fólkaskúlan hesi bæði árini. Sum eitt plástur á sárið hevði samgongumeirilutin í uppskoti at lata fólkaskúlanum 700.000 kr., so at samanlagt verður játtanin til fólkaskúlan skorin 6,6 mió. hesi bæði árini.

Hesar 6,6 mió. kr., sum játtanin til fólkaskúlan ætlandi skal skerast hesi bæði árini, kunnu bólkast í tríggjar partar. 4,5 mió. eru skornar av játtanini sum rein sparing, 700.000 kr eru fluttar til Undirvísingarstýrið í 2024, so Undirvísingarstýrið kann seta eitt starvsfólk aftrat, og 1,6 mió. verða ætlandi fluttar frá fólkaskúlanum til KT-verkætlanina í Undirvísingarstýrinum í 2025. So størsti parturin av skurðinum í játtanini til fólkaskúlan er rein sparing.

Meðan játtanin til fólkaskúlan er skorin, eru nýggjar uppgávur komnar aftrat í skúlan fyri tíggjutals milliónir. Størsta uppgávan eru serflokkarnir, har er næmingatalið er vaksið við 100 næmingum frá 2021 til 2025; kontan fyri serflokkar í fíggjarlógaruppskotinum er vaksin við 20 mió., uttan at pengar eru játtaðir fólkaskúlanum til hesa nýggju uppgávuna.

Ein onnur stór uppgáva, ið er komin aftrat, eru næmingar, ið eru fluttir til landið og ikki hava føroyskt sum móðurmál. Í dag eru 72 næmingar fleiri í skúlanum enn í 2021, sum koma úr einum landi uttan fyri Norðurlond, 40 av hesum úr einum landi uttan fyri Europa. Um somu tíð er kontan til undirvísing í føroyskum sum annaðmál bert vaksin við einari millión. Tí er tað stórur tørvur á, at fólkaskúlin fær munandi hægri játtanin til undirvísing í føroyskum sum annaðmál.

Tølini í fíggjarlógaruppskotinum vísa eisini, at næmingatalið í fólkaskúlanum fer at vaksa við 200 næmingum frá 2021 til 2025, meðan játtanin til fólkaskúlan ætlandi skal skerast við 6,6 milliónum.

Samgongumeirilutin í fíggjarnevndini skrivar eisini í sínum áliti, at hann tekur aktuellu støðuna innan fólkaskúlan í størsta álvara og hevur tí gjørt umraðfestingar fyri at tryggja, at fólkaskúlin framhaldandi kann virka á nøktandi hátt. Men hetta, sum meirilutin skrivar, hongur bara ikki saman, tá tey samstundis taka undir við, at játtanin til fólkaskúlan skal skerast annað árið á rað við tilsamans 6,6 milliónum kr., samstundis sum tølini fyri fólkaskúlan vísa týðiliga, at fólkaskúlin hevur fingið stórar uppgávur lagdar aftrat sínum virksemi fyri tíggjutals milliónir, og roknað verður við, at fólkaskúlin samstundis skal røkja allar verðandi uppgávur.

Tølini fyri fólkaskúlan tala týðiliga fyri, at uppgávan hjá fólkaskúlanum er vaksin munandi, meðan játtanin til fólkaskúlan ætlandi skal skerast við 6,6 milliónum hesi tvey árini. Tá so spurt verður, um fólkaskúlin eigur nakran góðan í politisku leiðsluni og í løgtinginum, so kann ein væl skilja spurningin. Triðja viðgerð av fíggjarlógini fyri 2025 verður mikudagin, so fáa vit at síggja, hvør tekur støðuna í fólkaskúlanum í álvara.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni