Tíðindi
10.03.2022
Erikka Elttør, sum undirvísir í samfelagsfrøði í hádeildini, heldur, at lærubøkurnar, sum eru komnar í sambandi við samfelagsfrøði í hádeildini, eru góðar. Tær eru rættiliga nýggjar, men kortini eru tað onkur viðurskifti, sum umrødd vera í bókunum, sum treingja til at verða endurskoðað. Hon heldur, at soleiðis er ofta við bókum í kunnandi lærugreinunum. Viðurskifti broytast, og nýggj gransking vinnur fram, og so má tilfarið broytast.
- Hugsa bara um málið viðvíkjandi javnstøðu og kyni. Har er nógv hent á tí økinum seinastu árini, sum er upplagt at viðgera í tímunum í samfelagsfrøði.
Erikka sigur, at í bókunum verður eisini lagt upp til, at næmingarnir duga at lesa grafar og hagtøl. Tað er ein rættiliga grundleggjandi førleiki at hava, tá ið tú skalt fáa innlit í ymsar samfelagsgongdir. Eisini er umráðandi at duga at spyrja, hví samfelagsgongdin, sum eitt nú grafurin vísir, er sum hon er.
- Onkur hevur hildið, at tað er í so nógv av tilfari í bókunum í samfelagsfrøði í hádeildini. Taka vit bókina til níggjunda flokk, so fyllir parturin um altjóða- og føroysk búskaparviðurskifti rættiliga nógv, og tann parturin kann kanska falla summum næmingum eitt sindur tungur. Vit mugu minnast til, at tá ið tú ert 14-15 ára gamal ella gomul, so ert tú kanska ikki so búgvin til viðgera og taka støðu til einstaklinga- og tjóðarbúskap. Tað minnast helst tey flestu, sum einaferð vóru í tí aldrinum. Annars haldi eg, at parturin um búskap í bókini er gjørdur so væl, sum tað námsfrøðiliga ber til.
- Tað er kent, at er ein lærari áhugaður í lærugreinini, hann undirvísir í, so rínur tað eisini við næmingarnar. Eg havi altíð verið áhugað í samfelagsviðurskiftum, men eg royni at minna meg sjálva á støðið, sum næmingar vanliga eru á. Við øðrum orðum: At vit royna at skilja, at næmingurin heldur, at hetta, sum vit viðgera í samfelagsfrøði, ikki er áhugavert.
Erikka heldur, at samfelagsfrøði sum lærugrein so avgjørt er komin fyri at verða, men hon heldur, at vit eiga at leggja undirvísingina í t.d. níggjunda flokki soleiðis til rættis, at vit vita av hvør øðrum í sambandi við evnini í kunnandi lærugreinum.
- Taka vit eitt evni sum menniskjarættindi, so er tað eitt evni, sum er at finna bæði í kristni, søgu, landa- og samfelagsfrøði. Har eigur at bera til at samskipa undirvísingina í ymsu lærugreinunum, so vit ikki undirvísa í tí sama. Tað merkir sjálvandi ikki, at tað ikki ber til at arbeiða tvørfakliga.