Tíðindi
22.08.2024
Vanlig hugsan hevur leingi verið, og er tað enn, at tað er áhugin hjá næminginum fyri fakinum og/ella uppalingin heimanífrá, sum eru høvuðsorsøkirnar til, at næmingurin ikki er áhugaður í undirvísingini og enntá ger ónáðir í tímanum. Louise Klinge vendir slíkum tonkum á høvdið og førir fram, at tað er sambandið, sum lærarin hevur við einstaka næmingin, ið er meira avgerandi fyri, um næmingurin jaliga ella neiliga tekur lut í undirvísingini. Hesi úrslit er Louise Klinge komin fram til við at eygleiða undirvísing og gera samrøður við næmingar og lærarar. Granskingin hjá Louise Klinge er í samsvari við altjóða gransking, ið staðfestir, at góða sambandið er vegurin fram, og Louise klinge leggur staðiliga dent á, at skúlar eiga at gevast við at senda næmingar heim, tí at næmingurin, ið verður sendur heim, kennir seg í flestu førum illa viðfarnan og hevur ofta verri atferð í skúlanum, tá hann er afturkomin. Tað vil siga, at hetta er ikki ein skilagóð langtíðarloysn, metir hon. Eisini skapar hetta ein ótryggleika í felagsskapinum, tí at her kann koma at valda ein mentan, ið gevur øllum næmingum eina kenslu av, at teir ikki treytaleyst eiga eitt virðiligt pláss í felagsskapinum.
Louise Klinge er m.a. kend fyri at tora at siga sína meining, og hon er millum mest umbidnu fyrilestrahaldarar í Danmark. Louise Klinge hevur skrivað fleiri bøkur, har hin kendasta er Skole uden Skældud. Nevnda bókin elvdi til heitt kjak í Danmark, og fakblaðið Folkeskolen skýrdi bókina at vera millum mest týdningarmiklu bøkur í 2020.
Á evnisdegnum í Smæruni fer Louise Klinge at deila av sínari vitan um, hvussu lærarar við góðum relatiónsførleikum handla, hvat næmingar hava tørv á at uppliva, umframt at hennara tankar um skeldfría skúlan verða bornir fram.
Tað er loyvt at vera samd og ósamd við Louise Klinge, og tíð verður løgd av til kjak, har orðið er frítt, og lærarar fáa høvi at seta henni spurningar.
Evnisdagurin verður hildin í Smæruni 28. oktobur, og luttøka fæst við at skriva ein teldupost til salarfrodi@salarfrodi.fo.
Fyritøkan Sálarfróði stendur fyri evnisdegnum.
Størri grein við Louise Klinge er í Skúlablaðnum, sum kemur út í næstum.