Tíðindi
31.05.2018
Í stóru kanningini, sum er gjørd av lesivanunum í 4., 6. og 9. flokki eru næmingarnir spurdir um viðurskifti, so sum hvussu teimum dámar lærararnar, skúlan, hvussu teir trívast og onnur meiri persónlig viðurskifti. Í greiningini, sum tekur støði í lesitíttleika og hugburði til lesing, sæst, at næmingarnir í flokkunum, sum liggja í botn-10-bólkinum, hava verri samband við lærara sín, samanborið við næmingarnar í topp-10-bólkinum; 95% av næmingunum í topp-10-bólkinum halda, at lærarin er fittur ímóti sær, meðan samsvarandi tal er 76% í botn-10-bólkinum. Somuleiðis siga 82% av næmingunum í topp-10, at teimum dámar væl at vera í skúla, meðan samsvarandi tal er 53% fyri næmingarnar í botn-10. Næmingurin sum einstaklingur hevur ikki týdning, tí vit tosa um flokkar í hesum sambandi.
Trivnaðurin er eisini betri millum næmingarnar í topp-10 enn botn-10; positivari hugburðurin er til skúla og læring, meiri lesur næmingurin, og størri eru sannlíkindi fyri, at næmingurin er partur av topp-10-bólkinum. Hetta speglast aftur í spurninginum, hvussu væl næmingurin dámar at lesa.
Greiningarfyritøkan Lóður hevur greinað úrslitini; næmingar í 19 skúlum kring landið í 4., 6. og 9. flokki hava tikið lut í kanningini, skúlar við fáum og skúlar við nógvum næmingum; flestu skúlar hava fleiri flokkar í kanningini. Kanningin var gjørd í november 2017-januar 2018 og almannakunngjørd í apríl í ár.
Les meiri um kanningina av lesivanunum í Skúlablaðnum, á www.skulabladid.fo og malmenning.fo