Tíðindi

Sambandið hjá lærarum við næmingin avgerandi

28. oktobur kemur Louise Klinge til Føroya at hava evnisdag fyri lærarum og námsfrøðingum.

03.10.2024

Louise Klinge, sum granskar í skúlaviðurskiftum og er nógv eftirspurdur fyrilestrarhaldari, vann í 2017 Ph.D Cup við síni verkætlan. Verkætlanin hjá henni hevði til endamáls at kanna, hvørja ávirkan relatiónsførleikar hjá lærarum hava á næmingar. Úrslitið var m.a., at relatiónsførleikar hjá lærarum eru avgerandi fyri bæði trivnað, læring og ofta atburð hjá næmingum í skúlanum. Louise Klinge fór so langt sum at siga, at hevur lærarin ikki nøktandi relatiónsførleikar, so eigur viðkomandi ikki at arbeiða sum lærari. Tó legði hon aftrat, at flestu fólk kunnu menna sínar relatiónsførleikar. Louise Klinge hevur eftir verkætlanina í 2017 latið frá sær bøkur, sum allar hava verið nógv róstar, men bøkurnar hava eisini elvt til kjak. Nevnast kann bókin Skole uden skældud, sum kom út í 2020 og fekk nógva umrøðu í miðlunum, bæði jaliga og neiliga, har forsprákarar søgdu, at innihaldið í bókini er vegurin fram fyri framtíðar skúlan, meðan kritikkarar mettu uppskotini í bókini vera veruleikafjar. Fakblaðið Folkeskolen skírdi bókina at vera millum týdningarmiklastu bøkur tað árið, og fleiri danskir fólkaskúlar hava síðan lagt seg eftir at føra skúla í samsvari við granskingina hjá Louise Klinge.

Granskingin hjá Louise Klinge vísir, at sambandið millum lærara og næming er avgerandi fyri, um næmingurin kemur við jaligum ella neiligum íkasti og atburði til undirvísingina. Hon vísir á dømi, har næmingur hevði góðan atburð hjá ávísum lærara, tí at lærarin hevði nærverandi samband við næmingin, men neiligan atburð hjá øðrum lærara, tí at góða sambandið var ikki til staðar. Vanlig hugsan hevur leingi verið, at tað er áhugin hjá næminginum fyri fakinum og/ella uppalingin heimanífrá, sum eru høvuðsorsøk til, at næmingurin ikki er áhugaður í undirvísingini og enntá ger ónáðir í tímanum. Men Louise Klinge vendir slíkum tonkum á høvdið og førir fram, at tað er sambandið, lærarin hevur við einstaka næmingin, ið er meira avgerandi fyri, um næmingurin jaliga ella neiliga tekur lut í undirvísingini. Hesi úrslit er Louise Klinge komin fram til við at eygleiða undirvísing og hava samrøður við næmingar og lærarar.

Hvat ger ein lærari við góðum relatiónsførleikum nágreiniliga? Sambært Louise Klinge megnar lærarin við góðum relatiónsførleikum at møta næmingunum, har teir eru, samstundis sum styðjað verður upp undir tríggjar avgerandi sálarfrøðiligar tørvir.

Tað er fyritøkan Sálarfróði, ið skipar fyri evnisdegnum við Louise Klinge.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2024

  

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni