Tíðindi

Samansjóðingin hendir natúrliga

Av tí at flestu lærararnir í samanlagda skúlanum arbeiða á sama skúlaøki, síggjast lærararnir nógv; samansjóðingin hendir tí natúrliga, siga Petur Páll Mikkelsen, álitisfólk í Skúlanum við Ósánna, og Jona Højsted, álitisfólk í Skúlanum við Ziskatrøð.

25.02.2016

Um somu tíð sum Tórshavnar kommunuskúli og Venjingarskúlin vórðu lagdir saman, vórðu Skúlin á Ziskatrøð og Skúlin við Ósánna eisini lagdir saman. Hetta eru alt stórir skúlar við fleiri hundrað næmingum hvør, eins og nærum eins starvsfólkatali. Men tá ið tað er sagt, so sýnist tað sum, at tilgongdin at leggja skúlarnar í Klaksvík saman er øðrvísi, enn tilgongdin er í Havn.
- Skúlarnir vórðu lagdir saman í fjør, skúlastjóri var settur 1. mars, men skúlarnir hildu fram hvør sær til summarsteðgin, burtursæð frá at námsfrøðiliga ráðið varð samskipað. Tá ið hetta skúlaárið byrjaði, fór veruliga samanleggingin í gongd, har nakrir flokkar vórðu fluttir, soleiðis at árgangir eru saman; tó eru teir flestu flokkarnir enn sama stað. Tað fær ikki verið øðrvísi, tí vit hava so øgiliga vánalig hølisviðurskifti, siga Petur Páll Mikkelsen og Jona Højsted.

Samanborið við Skúlan á Fløtum, sum samanlagdi skúlin í Havn eitur, er samanlagdi skúlin í Klaksvík, Skúlatrøð, í eini øðrvísi støðu, tí tríggir av teimum seks skúlabygningunum, sum skúlin brúkar, eru á sama øki, og stutt er at ganga til hinar bygningarnar, ið eru í ítróttarhøllini, gamla sjómansskúlanum og gomlu politistøðini, sum er serskúli. Petur Páll Mikkelsen heldur tó, at tað hevði verið skilabetri at lagt skúlarnar saman, tá karmarnir eru komnir upp á pláss.
- Eftir mínum tykki átti at verið bíðað, til skúlin stóð liðugur. Tað hevði væl borið til at byrjað samanleggingina uttan at gera stórvegis broytingar.

Jona Højsted er ikki samd.
- Eg skilji væl, at lærararnir í Ósáskúlanum vilja bíða, tí teir hava verið so leingi í einum byggiróti, tí gamli skúlin fyrst varð tikin niður og nýggjur bygdur uppaftur, men fyri lærararnar á Ziskatrøð hava hølisviðurskiftini so leingi verið ógvuliga ónøktandi. Fyrimunurin við at leggja saman beinanvegin er, at vit síggja alla tíðina, hvør tørvurin hjá samanlagda skúlanum fer at vera. Tað høvdu vit ikki gjørt í sama mun við at bíða.
    
Lesið samrøðuna hjá Petur Páll Mikkelsen og Jonu Højsted í Skúlablaðnum nr 1, 2016, sum kemur í morgin.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni