Tíðindi
25.10.2017
Í dag verður fyrsta viðgerð av uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni við skúlamálum um at gera frávik í ásetingini um at hava landsroynd. Í viðmerkingum til uppskotinum verður sagt, at “ávísar avbjóðingar hava verið við skipanini við landsroyndum, tí verður mælt til, at landsstýrismaðurin í ávísum førum kann víkja frá kravinum um at fyriskipa landsroyndir. Eftir fleiri óhepnar hendingar er tørvur á at eftirmeta og møguliga at endurskoða skipanina tøkniliga og námsfrøðiliga, herundir at orða hvat, hví og hvussu vit frameftir fyriskipa og gagnnýta eftirmetingar fólkaskúlans.”
Tað hugar ikki Lærarafelagnum at fáa so stutta tíð at viðmerkja uppskotið; men felagið tekur undir við aðaltankanum í uppskotinum.
- Sambært uppskotinum verða landsroyndirnar ikki strikaðar. Uppskotið loyvir landsstýrisfólkinum í serligum føri at gera frávik í ásetingini. Landsroyndirnar kunnu sostatt halda fram. Orðingini “í serligum føri” er ikki nærri útgreinað í uppskotinum ella í viðmerkingunum. Eftir orðingini at døma halda landsroyndirnar fram sum vanligt, men kunnu strikast einstøk ár ella tíðarskeið grundað á serligar orsøkir. Eftir okkara fatan eiga viðmerkignarnar at nágreina orðingina “í serligum føri” nærri, sigur Føroya Lærarafelag í hoyringarskrivinum.
Lærarafelagið mælir til, at javnar og gjøllar eftirmetingar verða gjørdar av skipanini við atliti at innihaldi, endamáli og lærugreinum. Í hesum sambandi átti kanningin at verið gjørd, um landsroyndirnar “stýra” innihaldinum í undirvísingini í ov stóran mun, og um landsroyndirnar og fyrireikingarnar til landsroyndirnar leggja halda á undirvísingarttíð, ið kundi verið nýtt skilabetri. Lærarafelagið endar hoyringarskrivið við at siga, at tá ið fíggjarliga orkan í fólkaskúlan er avmarkað, eiga vit at raðfesta rætt og taka landsroyndirnar við í hesum metingum.