Tíðindi
12.05.2016
Nógv broytist á skúlaøkinum. Skúlar verða samanlagdir, og nýggir skúlar verða bygdir. Hava fysisku karmarnir fyri undirvísingina nakra ávirkan á úrslitið? Megnar undirvísingin at fylgja við menningini á kt-økinum? Stuðla teir fysisku karmarnir undir tørvin á fjøltáttaðari undirvísing og einstaklinga undirvísing?
Hesir og aðrir áhugaverdir spurningar verða reistir á ráðstevnuni, sum Jan á Argjaboða hevur tikið stig til.
Serfrøðingar á økinum varpa ljós á avbjóðingar, loysnir og geva íblástur. Landsstýriskvinnan í skúlamálum, Rigmor Dam, leggur fyri; síðan fer John-Erik Bang at tosa um læring og læringsstrategir; eftir matsteðg fer Rosan Bosch at halda upplegg, sum hon nevnir: Broytingar í heiminum byrja í skúlanum, og síðst á skránni er upplegg frá Anna Törnquist, ið hon kallar: at leggja til rættis skúlabygningar í framtíðini. Jan á Argjaboða tekur at enda saman um dagin.