Tíðindi
04.01.2016
Tað er Psykiatriski Depilin, sum skipar fyri ráðstevnuni, sum eitur: Ráðstevna um ADHD - Hvar eru vit í dag? Evnini, ið verða viðgjørd, eru: hvat er ADHD, ADHD í barnaárum, ADHD í vaksnamannaárum, tilknýti og umsorganartrot, námsfrøði í skúlahøpi, heilivágur, sosial tiltøk, viðgerð, neuropsykologi og misbrúk.
Tey, ið fara at røða um hesi evnini, eru Per Hove Thomsen, kliniskur professari í barna- og ungdómspsykiatri og yvirlækni, Dorte Damm, barnaneuropsykologur og specialpsykologur í barna- og ungdómspsykiatri, og Tormóður Stórá, serlækni í psykiatri og leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum.
Ráðstevnan verður 14. og 15. apríl. Í februar ber til at síggja skránna á www.tilmelding.fo
Kostnaðurin er kr. 1350.