Tíðindi

Ráðgevingin hjá børnum og ungum ov illa raðfest

- Tú og eg-ráðgevingin er ein ógvuliga umráðandi ráðgeving, sum tíverri ikki verður raðfest nóg høgt, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

31.10.2016

Tú og eg-ráðgevingin hjá Barnabata er einasta ráðgevingin, har børn í Føroyum kunnu venda sær ónavngivin til fakfólk og biðja um hjálp. Ráðgevingin hevur nøkur ár á baki og fær nógvar spurningar á hvørjum ári. Men hon koyrir í tungum sjógvi, tí játtanin til ráðgevingina røkkur so dánt til at hava hana koyrandi; játtanin er 200.000 krónur um árið av løgtingsfíggjarlógini. Hóast ráðgevarnir, sum allir eru fakfólk á ymsum økjum, arbeiða sjálvboðið, kostar tað pening at hava eina slíka skipan, tí fólkini skulu javnan førleikamennast.
- Ráðgevingin vantar ráðgevar í løtuni, og tí koyrir hon við lágum blussi. Vit hava ikki pengar til at uppstiga hana og førleikamenna starvsfólkini. Samanbera vit við danska Barnabata, hava tey fingið 50 mió krónur í 5 ár bara til eina verkætlan. Danski felagsskapurin fær lógarbundna játtan, vit fáa stuðulsjáttan. Hyggja vit at spurningum og brøvum samanborið við fólkatalið, so fær okkara ráðgeving umleið 1 prosent fleiri fyrispurningar enn tann danska. Vit miða eftir at fáa ráðgevingina at koyra nógv betur enn hon ger, seta fleiri ráðgevar og so framvegis.

Tá ið úrslitini av eftirmetingini av Barnarættindasáttmálanum hjá ST gjørdust almenn í 2011, átalaði ST Danmark fyri at raðfesta ráðgevingina ov illa; tey søgdu, at hon var ov illa fíggjað og hevði ikki nóg ofta opið. Tí varð játtanin økt og gjørd lógarbundin. Umframt lógarbundna játtan fær ráðgevingin eisini rakstrarstuðul. Afturat hava tey fingið 10 milliónir krónur um árið í 5 ár frá einum grunni til at uppstiga og førleikamenna starvsfólkini.
- Tað er ein heilt annar vilji og raðfesting, enn vit síggja í Føroyum. Eftir peningaligu innspræningina riggar tann danska ráðgevingin sjálvsagt nógv betur. Venda vit myndini og hugsa, at tað var føroyska ráðgevingin, sum fekk átalu, so kunnu vit ímynda okkum, hvat tað hevði kostað; tá hevði tað almenna tikið yvir, og fakfólk høvdu sitið fyri fulla løn. Vit kunnu samanbera við familjuískoytið, sum fá søkja, tí tú skal nærum einki tjena ella eiga bara fyri at fáa eitt sindur av hjálp; ískoytið kostar nógvar pengar at umsita. Við bara eini eitt sindur størri játtan til Barnabata høvdu vit kunnað gjørt arbeiðið í ráðgevingini so munandi betri. Hetta er ein ógvuliga umráðandi ráðgeving, sum tíverri ikki verður raðfest nóg høgt.

Allir fyrispurningar og allar uppringingar til Barnabata skulu skrásetast, tað vil siga, at hvørja ferð onkur vendir sær til Barnabata, skal hetta skjalprógvast; hetta er fyri at felagsskapurin skal fáa stuðul á løgtingsfíggjarlógini. Hetta krevur nógv arbeiði.
Í fjør gjørdi Barnabati avtalu við tey, ið hava tikið stig til grunnin Í menniskjum góður tokki. Avtalan ber í sær, at Barnabati heldur fram við virkseminum í grunninum.
- Virksemið hjá grunninum er vaksið nógv ár um ár, síðan hetta vælgerandi tiltakið varð sett á stovn, og í dag er tað ikki bert umsóknir um jólahjálp, men eisini um føðingardagshjálp, hjálp til frítíðarítriv og annað.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni