Tíðindi

Runavíkar kommunuskúli vunnið Veðurlagsvirðislønina

A-gongin við Løkin í Runavíkar kommunuskúla var í morgun kosin at vinna Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags 2023. - A-gongin hevur víst, hvussu ein skúli kann skipa seg við egnari framleiðslu og burðardyggum átøkum, og at fáa átøkini at vera ein natúrligur partur av frálæruni í dagliga skúlavirkseminum. Næmingar og lærarar eru undangongufólk, sum slóða fyri.

29.04.2023

Í eina tíð hava tey á A-gongini í Runavíkar kommunuskúla arbeitt við eini forvitnisligari verkætlan til frama fyri at gerast burðardyggari. A-gongin er serdeildin í skúlanum. Talan er tó ikki longur um eina verkætlan, men skipað viðurskifti, sum eru vorðin ein vanligur partur av gerandisdegnum í skúlanum. Hetta arbeiðið byggir í høvuðsheitum á hugtøk sum at brúka stuttfluttar vørur og at endurnýta burturkast. Eisini skilja tey burturkast og flyta tað til IRF.

Næmingarnir hava dunnur og hønur. Eggini brúka tey í matgerð í skúlanum. Matleivdir heimanífrá og matleivdir frá skúladegnum brúka tey sum fóður til dunnurnar og hønurnar. Skarn frá djórunum verður brúkt sum tøð til trøini, ið næmingarnir hava plantað við syðra endan á skúlanum. Næmingar skúlans hava plantað eina fitta lund, og teir hava fingið frálæru um, hvussu týdningarmikið tað er fyri heimin, at vit lívga um træarvøkstur.

Í lýsingini frá Runavíkar kommunuskúla verður sagt, at næmingarnir í ár hava sett epli niður, sum eins og eggini skulu brúkast til egið brúk í skúlanum.

A-gongin hevur tikið til sín íverksetanarhugskotið hjá 10. flokki í skúlanum. Tey vunnu skúlaFM við hugskotinum. Hugskotið hevur til endamáls at brúka ull í sambandi við, at epli verða sett niður. Ullin verður løgd undir eplini, tá tey verða sett niður. Hetta ger stóran mun, tí ullin inniheldur nitrogen, carbon, calsium, magnesium, jarn og annað, sum er gott fyri moldina. Ullin er eisini natúrlig fyribyrging móti smákyktum. Aðrir fyrimunir eru við temperaturskipanini, tað er at í staðin fyri, at tað er kalt summar dagar og heitt aðrar, so fært tú umleið sama temperatur hvønn dag. Ullin upptekur eisini vatn, til umleið 20 ferðir sína egnu vekt, og hetta gagnar vakstrarumstøðunum.

Víðari verður sagt, at A-gongdin er partur av átakinum hjá skúlanum at gera ein vakstrartunnil. Tekningarnar og staðsetingin er komin til vega, og Runavíkar kommunua hevur verið jalig um fyrispurningin í hesum sambandi.

Enn er ikki farið undir sjálvt arbeiðið við vakstrartunlinum, men tað hómast á øllum brøgdum, at hetta verður veruleiki komandi skúlaár. Vakstrartunnilin fer at styrkja munandi um arbeiðið, sum A-gongdin er farin undir. Tá verður talan um fleiri rávørur. Stuttflutt-hugtakið og burðardygd fer tá at fevna um allan skúlan.

Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags er í ár latin á fjórða sinni. Skála skúli hevur vunnið tvær ferðir og Eysturskúlin í Havn eina ferð. Tú kanst lesa meiri um virðislønina, sum Føroya Lærarafelag, Betri og FNÚ eru saman um, her: http://skulabladid.fo/veðurlagsvirðisløn-1

Á myndini eru umboð fyri Føroya Lærarafelag, FNU, Betri og Runavíkar kommunuskúla.

Mynd: Ólavur Frederiksen

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni