Tíðindi
22.05.2023
Hetta fæst í svarinum frá Djóna N. Joensen, landsstýrismanni, til Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, til skrivligan fyrispurning um sálarfrøðing í fólkaskúlanum. Løgtingskvinnan spurdi, um hvussu royndarverkætlanin við skúlasálarfrøðingi í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík roynist, og um nøkur ítøkilig ætlan er um at royna hesa royndarverkætlan á øðrum skúlum t.d. í Suðuroynni.
Landsstýrismaðurin sigur, at royndarverkætlanin á Skúlatrøð verður endaliga eftirmett næsta vár.
- Skipanin er, at tað skal vera løtt og skjót atgongd hjá næmingum at koma til samtalu hjá sálarfrøðingi, soleiðis at til ber at seta inn tíðliga og hjálpa næmingum, sum ikki eru fevndir av øðrum skipanum sum t.d. Sernámi, Barnaverndartænastuni ella Barna-og ungdómspsykiatriini (psykiatriska deplinum), men sum sjónliga stríðast við avbjóðingar, sum kunnu økjast og ávirka teirra lívsgóðsku. Higartil hava uml. 70 ymiskir næmingar nýtt skipanina við skúlasálarfrøðingi. Næmingarnir hava t.d. havt ótta, lættari tunglyndi, lágt sjálvsvirði, sorg, verið merkt av hjúnaskilnaði og upplivað skakandi hendingar. Tað eru serliga eldru næmingarnir í skúlanum, sum hava nýtt skipanina. Starvsfólk ella foreldur gera sum oftast vart við tørvin, sum síðani verður tikin upp í einari visitatiónsnevnd, sum umrøður støðuna hjáeinstaka næminginum. Tað eru eisini tey ungu sjálvi, sum siga frá hjá teimum vaksnu, at tey antin hava tað trupult ella ynskja samrøðu við skúlasálarfrøðingin.
Tað ber til at lesa alt svarið her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10415