Tíðindi
16.01.2025
Nýggj royndarverkætlan gevur kommunum í Danmark møguleikan at seta á stovn undirvísing á netinum. Henda undirvísingin er ætlað teimum næmingum, sum hava drúgva fráveru; endamálið er at fáa næmingarnar aftur í skúla.
Netundirvísingin er ætlað at byggja brúgv millum næmingin, sum er heim, og fysiska floksfelagsskapin hjá næmingunum og tryggja, at næmingarnir fáa ta undirvísing, teir eiga at fáa, og mennast fakliga og sosialt, meðan teir eru burtur úrskúla. Greiða endamálið er at fáa næmingarnar aftur inn um skúlagátt.
”Flestu næmingar súkkla glaðir í skúla hvønn morgun, men tað eru summir, sum ikki fara heimanífrá. Tað slítur ógviliga nógv upp á tey og foreldur teirra. Hesar familjurnar skulu hava betri hjálp. Tí geva vit kommununum møguleika at skipa undirvísing á netinum til teirra, sum hava verið leingi burtur úr skúla,” sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri.
Um somu tíð er ætlanin, at royndarverkætlanin skal gera tað lættari hjá kommununum at bjóða næmingum, sum eru leingi burtur úrskúla, eitt nú orsakað av sjúku, undirvísing. Roknað verður við, at eini 30 undirvísingartilboð á netinum verða skipað; hesi skulu savna næmingar, sum av ymsum orsøkum eru burtur úr skúla, tvørtur um skúla- og kommunumark. Málbólkurin er fólkaskúlanæmingar, men næmingar í frí- og privatskúlum í Danmark kunnu eisini taka lut, um kommunan metir tað.
Royndarverkætlanin fer av bakkastokki fyrst í hesum árinum og endar við árslok 2028-2029.
Kelda: uvm.dk
mynd: iStock