Tíðindi

Royndarskipanin við skúlasálarfrøðingi á Skúlatrøð eftirmett og liðug

Fyrr í hesum mánaðinum setti Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkinum, landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, skrivligan fyrispurning eftir § 5 a í tingskipanini um royndarverkætlanina við skúlasálarfrøðingini í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík.

20.09.2024

Løgtingskvinnan vildi vita, um royndarskipanin við sálarfrøðingi á Skúlatrøð er eftirmett, hvat eftirmetingin av henni sigur, hvat verður mælt til, og um skipanin heldur fram. Í viðmerkingum til spurningin verður sagt, at undan at farið var undir royndarverkætlanina høvdu starvsfólk í skúlanum víst á tørvin at fáa sálarfrøðiliga hjálp til næmingar, sum í  einum  tíðarskeiði  uppliva  truplar  broytingar  í  lívinum.

- Sum skilst hevur hetta verið ein fyriskipan, ið bæði foreldur og fakfólk hava verið sera væl nøgd við. Skipanin var hugsað sum ein fyribyrging og skjót hjálp til børn og ung við sálarligum avbjóðingum. Tað er ein sannroynd, at skjótari hjálp børn  og ung við sálarligum avbjóðingum fáa, jú størri eru sannlíkindini fyri, at trupulleikarnir ikki gerast meira umfatandi, og krøvini til professionella hjálp gerast færri. Havandi í huga at kanningar vísa, at ein stórur partur av okkara ungdómi hevurvánaliga sálarheilsu er sannlíkt, at skjót hjálp er til fyrimunar bæði fyri ungdómin og samfelagið. Tí er sannlíkt, at tað gevur góða meining at hava fyribyrgjandi lággáttartilboð sum eitt nú sálarfrøðiligahjálp í okkara skúlaverki, sigur tingkvinnan.

Sambært svarinum hjá landsstýrismanninum vísir er verkætlanin eftirmett. Eftirmetingin vísir millum annað, at starvsfólk skúlans hava verið glað fyri skipanina, og tey meta, at skipanin hevur verið til gagns fyri skúlan og teir næmingar, sum hava brúkt tilboðið. Henda skipanin hevur verið ætlað næmingum, ið ikki longu eru knýttir at øðrum skipanum, so sum Sernámi, Barnaverndartænastuni ella Barna-og Ungdóms Psykiatriini.

- Eftirmetingin vísir ikki nakra minking í talinum av næmingum, sum hava tørv á   tænastum frá Sernámi ella frá Undirvísingarstýrinum (heima-og sjúkraundirvísing). Við hesum er ikki sagt, at sálarfrøðitænastan ikki hevur verið til gagns hjá teimum næmingunum, sum hava brúkt tænastuna hjá sálarfrøðinginum. Harafturat vísir eftirmetingin,atroyndarskipanin er merkt av at  vera ein avbyrgd skipan, sum møguliga ikki á nøktandi støði samstarvar við aðrar skipanir, tó við lutvísum undantaki av samstarvi við heilsufrøðingarnar.

Royndarskipanin hevur í trý ár kostað uml. 800 túsund krónur. Effektin, sum ikki er staðfest, eigur at verða sett upp ímóti hesi upphædd. Kostnaðurin fyri ein  skúlasálarfrøðing við einum brøki á 0,4 er á leið 250.000 krónur. Um ein líknandi skipan við sálarfrøðingum skal setast í verk kring alt landið, er kostnaðurin á leið 4 millión krónur og á leið 8 millión krónur fyri eina tilsvarandi skipan í fulla tíð.

Landsstýrismaðurin sigur, at áðrenn Barna-og útbúgvingarmálaráðið aftur fer at seta eina tílíka verkætlan í verk, fer ráðið at gera greitt, hvat ein tílík eftirmeting skal fevna um. Royndarverkætlanin varð sett í verk við heimild í § 25 í fólkaskúlalógini. 

Umsóknin frá skúlanum snúði seg um eitt trý ára tíðarskeið, og tað tíðarskeiðið er nú lokið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni