Tíðindi

Rennur talgilgda skúlaverkið undan starvsfólkunum og næmingunum?

Talgildu jólaroyndirnar eru ein orsøk til, at vit mugu fáa greiðu á í hvønn mun vit taka kt inn í skúladagin. Skulu vit skipa undirvísingina á slíkan hátt, at næmingurin tekur kt til sín sum natúrligt amboð, ella skulu vit seta alskyns avmarkingar, eisini til royndirnar? Jákup av Skarði, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

12.01.2016

Fyrsta avmarkingin er manglandi kt-varðaútbúgving, og onnur avmarking er, at vit ikki hava eitt dagført lærara-kt-koyrikort. Harafturat lata ikki allir skúlar starvsfólkunum arbeiðsamboð og fyrireikingarmøguleikar. Men ein stór avbjóðing liggur eisini í at fyrireika hóskandi talgildar royndir – ið endurspegla undirvísignina og arbeiðið í skúladegnum.

Fleiri fyrimunir eru við at skipa talgildar royndir. Tað er umhvørvisligari at hugsa pappírsleyst, og tað er eisini dýrt at senda prentaða tilfarið út. Talgildu svarini kunnu vera skjót at greina og helst eisini at sammeta.

Men tað nyttar lítið at seta næmingarnar til talgildar royndir, tá ið nógvar villur eru í uppgávunum, tá ið svarið/úrslitið ikki er álítandi, og tá ið næmingarnir ikki hava hollar royndir at nýta kt natúrliga í royndarstøðuni.

Tí loyvi eg mær enn einaferð at vísa á tørvin, at kt-varðaútbúgving verður fyriskipað. Við líkinda kt-varðaútbúgving kunnu vit saman við leiðslum og Mentamálaráðnum slóða fyri góðari kt-nýtslu í skúlanum. Núverandi kt-vørðir skulu sjálvsagt sleppa framat slíkari útbúgving, men yngri lærarar eru eisini, ið hava hug at arbeiða innan kt-økið.

Harafturat hugsi eg, at tað hevði verið gott at skipað eitt dagført kt-koyrikort fyri øllum lærarum. Eitt kt-koyrikort, ið gevur læraranum vitan til “her og nú – loysnir” og gevur lærarunum saman við kt-vørðinum at gagnnýta kt á námsfrøðiligan hátt í undirvísingini. Gamla kt-koyrikortið var fyri so vítt gott, men tíðin var ikki búgvin. Fáir lærarar høvdu teldur, og tað var ikki nøktandi netsamband til samskiftið og vitanarbýtið.

Tað verður ofta havt á orði, at næmingarnir duga betur at nýta kt enn lærarar. Eg hugsi tó, at hetta er ikki heilt rætt. Næmingarnir tora helst betur enn fleiri lærarar at tendra tólið og royna ymiskt – og tað kanska gevur kt-vørðunum nakað eykaarbeiði. Men lærarin skipar undirvísingina og eigur at fáa møguleika at menna seg at síggja kt-møguleikar í ymsu lærugreinunum. Tí er tørvur á einum kt-korti til allar lærarar.

Tað er helst tørvur á, at næmingurin hevur nakrar tímar í kt at fáa grundleggjandi vitan til góða nýtslu – men tað er alneyðugt at skapa møguleika at næmingurin tekur kt inn sum natúrligt amboð, ið ymsum undirvísingarstøðum, bæði til tekstviðgerð, rokniark, myndaarbeiði og at leita fram hóskandi amboð á netinum. Hetta kann hava við sær, at næmingarnir í royndarstøðu kenna seg tryggari og fáa betri úrslit – um tey hava møguleika at nýta kt uttan alskyns avmarkingar.

Meira um evnið:

http://www.skulabladid.fo/fo-FO/T%C3%AD%C3%B0indasavn/Eldri-t%C3%AD%C3%B0indi.aspx?PID=30&NewsID=8383

http://www.skulabladid.fo/fo-FO/T%C3%AD%C3%B0indasavn/Eldri-t%C3%AD%C3%B0indi.aspx?PID=30&NewsID=7427


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni