Tíðindi
12.12.2024
Í døgunum 28. og 29. oktober var Louise Klinge í Føroyum sum gestur á forkunnugum evnisdøgum fyri lærarar og námsfrøðingar. Louise Klinge tosar engagerað og vísir á, at trivnaðurin í skúlanum ávirkar sjálvsvirðið hjá einstaka næminginum, mongdina av persónligari strongd, egna stýring av persónligum innskotum og eisini framtíð teirra, tá ið hugsað verður um familjulív, útbúgving og inntøku.
- So onkuntíð sigi eg við lærarar, at mann kann spyrja seg sjálvan, sum mann yvirhøvur torir at fara til arbeiðis við lagnuni hjá næmingunum í sínum hondum, sigur Louise Klinge við einum smíli.
Í fyritøkuni Eduk arbeiðir Louise Klinge saman í toymi við øðrum serfrøðingum, sum ráðgeva, tá ið talan er um karmar hjá børnum og ungum í aldrinum 0-18 ár. Tey arbeiða bæði granskingargrundað og gera praktiskar royndir av, hvussu karmar og samspæl kring børn og ung eru vit til at stuðla, at einstaklingurin í felagsskapinum hevur tað gott og gerst luttakandi.
- Við at menna karmar og samspæl leggja vit samstundis eitt trygt grundarlag við gáttina hjá børnum og ungum til vaksna lívið, so tey sjálv gerast før fyri at liva ábyrgdarfult bæði yvir fyri sær sjálvum, kringumstøðunum og náttúruni.
- Tað, sum vit eiga at leggja okkum í geyma, er, at ávirkanin av øllum persónligum relatiónum hevur altíð ávirkan, um vit vilja tað ella ikki. Um lærarin hevur góðar relatiónir til næmingar og til flokkar, so ávirkar tað næmingarnar positivt, og um relatiónirnar hinvegin eru vánaligar, so ávirka tað negativt. Hetta ljóðar kanska einfalt, og tó er tað rættiliga samansett og kann vera krevjandi. Tí hevur tað stóran týdning, at sjóneykan verður sett á at styrkja møguleikar hjá bæði lærarum og námsfrøðingum at arbeiða relatiónskompetent í verki.
Fyri Louise Klinge hevur tað týdning at leggja dent á, at tá ið tosað verður um relatiónsførleika hjá lærarum, er talan ikki einans um relatiónsførleika í sjálvum sær, men um relatiónsførleika í verki.
- Relatiónsførleiki í verki hevur stóran týdning, tí tað er gjøgnum relatiónsførleikan hjá lærarum til arbeiðis, at lærarar skapa góðar, positivar relatiónir, sum fremja góðu tættirnar í lívinum hjá næmingunum.
- Relatiónsførleiki í verki er heilt einfalt tað, sum lærarin sigur bæði við orðum og uttan orð, sum ger, at næmingarnir hava tað gott og menna seg positivt bæði fakliga, sosialt og persónliga. Hetta er ikki bara í sambandi við einstaka næmingin, men eisini í sambandi við læringarfelagsskapin. So tað krevur tilvit og ítøkilig átøk at skapa og at hava og menna góðar relatiónsførleikar í verki.
Empiriska granskingin, sum Louise Klinge seinastu árini hevur gjørt, vísir, at eingin megnar at hava góðan relatiónsførleika altíð, men øll megna tað til tíðir. Tí tosar hon ikki so fegin bara um relatiónsførleika, tí so ljóðar tað sum, at tað er nakað, vit hava ella ikki hava.
- Relatiónsførleiki býr í okkum øllum, tí vit eru sum menniskju skapt til at vera í positivum samspæli við onnur og at skapa góða felagsskapin. Men tað er ymiskt, hvussu vit megna at arbeiða relatiónskompetent, og tað veldst serliga um karmarnar, vit eru í – og harvið um arbeiðskorini hjá lærarum.
Les alla greinina, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 6, 2024