Tíðindi

Rebekka og Erla eykalimir

Aðalfundur hevur verið í Føroya Lærarafelag í dag.

26.04.2025

Nevndarval var á skránni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag í dag. Jona Højsted og Bergur Samuelsen stóðu fyri vali, og tað gjørdi Jacob Eli S. Olsen, sum hevur verið formaður í felagnum seinastu seks árini, eisini. Tað var longu undan aðalfundinum greitt, at verandi limir halda fram, tí eingi onnur bjóðaðu seg fram.

Val av eykalimum til nevndina var eisini á skránni. Rebekka Olsen Kærbech, lærari í Vágs skúla var fyrst vald, og Erla K. Róin, lærari í Eiðis skúla næstvald.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni