Tíðindi

Raðfesta skúlavegleiðingina og samstarva um felags uppgávur

- Viðmerkingar til samrøðu í Skúlablaðnum við Sonna Óla Djurhuus.

22.02.2017

Byggivinnuni tørvar fleiri lærlingar, ov nógv ung fólk velja bókliga miðnámsútbúgving, og vit útbúgva fólk til arbeiðsloysi. Hetta er nakað av tí, sum vit hava hoyrt um í fjølmiðlum og øðrum miðlum síðstu árini. Ymiskt er, hvør orsøkin verður hildin at vera til hesar trupulleikar. Men, javnan verður vantandi ella vánalig skúla- og lestrarvegleiðing mett at vera ein orsøk.

Vit í Vegleiðarafelag Føroya eru samd um, at skipanin av skúlavegleiðingini í Føroyum, í løtuni, væl kann vera ein orsøk til trupulleikarnar. Menningin av økinum hevur ligið á láni í longri tíð, og fleiri viðurskifti eru, sum eiga at verða bøtt um, sum skjótast.

Nakað av tí, sum vit mugu arbeiða við, umrøður Sonni Óli Djurhuus í samrøðu við Skúlablaðið 27. januar 2017. Í samrøðuni sigur Sonni Óli Djurhuus soleiðis: "Lestrarvegleiðararnir í skúlunum hava eina ógvuliga stóra uppgávu at vegleiða næmingarnar, soleiðis at teir velja tað, sum er rætt fyri teir, og ikki lata seg trýsta av, hvat hini gera, sigur Sonni Ó. Djurhuus.

- Var eg lestrarvegleiðari, hevði eg ikki vegleitt einum næmingi at fara á miðnám, sum ikki er egnaðar at fara handa vegin. Aðalmálið má vera, at næmingarnir koma á røttu hill og klára seg so væl, sum til ber. Tað má vera fremsta málið hjá okkum vaksnu at vegleiða tey ungu, soleiðis at tey velja tað, ið veruligi hugur teirra vil. Somuleiðis er eisini umráðandi at vegleiða tey ungu soleiðis, at tey ikki leypa um garðin, har hann er lægstur, tað vil siga sokallaðar lættar breytir. Heldur eiga tey at velja breytir, sum hava teirra størsta áhuga, tí tað gevur størst gleði og gagn, eisini í framtíðini."

Vegleiðarafelag Føroya takkar Sonna Óla Djurhuus fyri viðmerkingarnar og vilja vit, í hesum sambandi, nýta høvi at lýsa støðuna hjá skúlavegleiðarum í fólkaskúlunum og støðuna hjá skúla- og lestrarvegleiðingini í Føroyum, í síni heild.

Støðan í fólkaskúlanum í dag:

Vit í Vegleiðarafelag Føroya eru samd við Sonna Óla Djurhuus, tá hann sigur, at ”lestrarvegleiðararnir í skúlunum hava eina ógvuliga stóra uppgávu at vegleiða næminginarnar”, bæði í fólka- og miðnámskúlunum. Ein stór uppgáva ja, men samstundis ein sera trupul uppgáva, tí hyggja vit t.d. at skúlavegleiðingini í fólkaskúlanum, so er støðan í dag soleiðis háttað, at skúlavegleiðarar hava ov fáar tímar at røkja uppgávuna og onki undirvísingartilfar til skúlavegleiðingina. Harafturat er vanliga bara ein skúlavegleiðari settur í hvørjum skúla, og tað er tí trupult at sparra við aðrar skúlavegleiðarar, so at vegleiðingin mennist.

Í einum miðalstórum skúla hevur skúlavegleiðarin vanliga umleið 5 skúlatímar um vikuna til at vegleiða næmingunum. Av hesum fer umleið helmingurin av tíðini til at fyrireika vegleiðingina og at samstarva við aðrar viðkomandi partar. Afturat hesum skal skúlavegleiðarin eisini leggja starvsvenjingina hjá næmingunum til rættis. Tímarnir, sum eru tillutaðir starvsvenjingini, eru ein partur fyri seg. Starvsvenjingin eigur tí ikki at taka tíð frá vanligu vegleiðingini hjá næmingunum. Men royndir vísa, at tað javnan er trupult at finna starvslærupláss til næmingarnar, og at tað tí tekur longri tíð enn væntað. Orsakað av hesum er ofta í minna lagi av tíð eftir til at vegleiða næmingunum.

Uppgávan hjá skúlavegleiðingini er útgreinað í Kunngerð um skúlavegleiðing frá 9. juni 2010. Vegleiðarafelagið metir, at kunngerðin er góð at hava, men av tí at hon kann tulkast ymiskt, er neyðugt við undirvísingartilfari og undirvísingargongdum, so at vit tryggja, at næmingarnir ogna sær ta vitan um útbúgving og arbeiðslív, sum teimum tørvar, so at teir gerast førir fyri at velja eina leið, sum hóskar til ynski, styrki og hug teirra.

Vantandi undirvísingartilfar til skúlavegleiðingina, á føroyskum máli og sum er tillagað føroysk viðurskifti, hevur við sær, at skúlavegleiðarar hava ongan felags leist at arbeiða eftir. Hetta er eisini orsøk til, at ymiskt er, hvørjar førleikar næmingarnir ogna sær.

Hyggja vit til grannalond okkara, síggja vit, at flest øll teirra hava orðað vegleiðandi lesiætlan til skúla- og lestrarvegleiðingina. Lesiætlanin ásetir mál fyri, hvørjar førleikar og hvørja vitan um útbúgving og arbeiðslív, næmingarnir eiga at ogna sær í hvørjum skúlaári. Kanningar, gjørdar í hesum londum, vísa, at uttan vegleiðandi lesiætlan og skipað viðurskifti í vegleiðingini er trupult at geva næmingunum førleikarnar, sum krevjast, tá tú skalt velja útbúgvingarleið. Í Føroyum er ongin vegleiðandi lesiætlan gjørd til skúla- og lestrarvegleiðingina í fólkaskúlanum. Hetta er aftur ein orsøk til vantandi felags leist í vegleiðingini, og av tí sama eisini ein orsøk til, at føroyskir næmingar javnan velja ”skeiva” lestrarleið.

Hvør er uppgávan hjá skúla- og lestrarvegleiðarum?

Taka vit aftur í aftur samrøðuna í Skúlablaðnum við Sonna Óla Djurhuus, síggja vit hann siga, at um hann var lestrarvegleiðari, hevði hann ikki vegleitt einum næmingi at fara á miðnám, sum ikki er egnaðar at fara handan vegin. Vegleiðarafelagið metir, at Sonni Óli Djurhuus í hesum førinum misskilir uppgávuna hjá skúlavegleiðaranum.

Uppgávan hjá einum skúlavegleiðara er ikki at vegleiða næmingum til ávísar lestrarleiðir. Hann eigur, í stuttum, ongantíð at siga næmingunum sínar egnu hugsanir um, hvørjar leiðir hann heldur hóska best til teirra. Hann eigur, í staðin, at kunna um møguleikar og at hjálpa næmingunum at búnast, so at teir gerast klárir at velja lestrarleiðina, sum hóskar teimum best.

At gerast klár at velja lestrarleið tekur vanliga fleiri ár. Áðrenn vit eru klár at velja, mugu vit kenna styrkir, veikleikar og virði okkara og vita, hvat okkum dámar at gera og ikki. Royndir okkara vísa, at stórur partur av føroyska ungdóminum ivast í hesum tingunum, tá tey fara úr fólkaskúlanum. Fleiri teirra hava tí trupult við at velja lestrarleið, og tí kemur tað javnan fyri, at tey t.d. velja miðnámsútbúgving út frá, hvar vinirnir fara, ella hvat familjan heldur er best.

Ávirkan uttanífrá

Kanningar í grannalondum okkara vísa, at ávirkan uttanífrá hevur stóran týdning fyri, hvørja útbúgvingarleið ung fólk velja. Skúlavegleiðarin kann hava stóra ávirkan á, hvussu klárur ungdómurin er at velja. Men tá tað kemur til sjálvt valið av útbúgvingarleið, hevur skúlavegleiðarin lítla og onga ávirkan. Hetta er kanska ein orsøk til, at so nógv ung fólk velja bókligu miðnámsútbúgvingarnar í Føroyum. Miðnámskúlarnir eru, stutt sagt, sjónligari enn vinnan.

Á hvørjum ári skipa miðnámskúlarnir fyri skúlavitjanum og kunningarkvøldum, har kunnað verður um skúlarnar og breytaskipanir teirra. Skúlarnir eru væl fyrireikaðir og duga væl at ”selja” ymisku møguleikarnar. Tíverri kunnu vit staðfesta, at tað kemur næstan ikki fyri, at vinnan tekur lut í kunningartiltøkunum. Vegleiðarafelagið metir, at hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at størsti parturin av føroyska ungdóminum velur bókliga miðnámsútbúging. Vinnan er ov ósjónlig.

Fyri ikki so nógvum árum síðan vóru nóg nógvar umsóknir til læruplássini. Umsóknirnar streymaðu inn, og nógvar fyritøkur høvdu ikki fyri neyðini at søkja eftir lærlingum, tí tær høvdu ein bunka av umsóknum liggjandi. Í 2008 kemur fíggjarkreppan, og taka fyritøkurnar tá færri lærlingar inn. Fleiri fyritøkur melda alment út, at pláss er ikki fyri lærlingum orsakað av fíggjarkreppuni. Nógv missa arbeiðið innan vinnuna og lønin lækkar hjá teimum flestu. Fleiri fakfólk søkja tí uttanlands eftir arbeiði. Kreppan í byggivinnuni er væl lýst í fjølmiðlunum.

Í dag er fíggjarkreppan av, og vinnan hevur úr at gera. Fyritøkunum tørvar lærlingar, men ov fáir umsøkjarar eru. Hvør hevur skyldina í hesum? Ringt er at siga hetta, men Vegleiðafelagið metir, at vinnan eigur ein part av skyldini sjálv.

Sum áður nevnt er kreppan av, men borgarin minnist enn støðuna, sum var. Vit hoyra javnan, at ungdómurin verður fráráddur av m.a. foreldrum at velja verkliga útbúgving, tí hetta er ov ótrygt. Foreldrini ynskja tað besta fyri børn síni og ynskja tí ikki, at tey skulu blíva arbeiðsleys, um ein kreppa kemur. Tí heita tey á børnini um at velja bókliga vegin. Tey ungu verða ávirkað av tí, sum tey hoyra frá øðrum og velja tí verkligu útbúgvingarnar frá.

Um vinnan vil hava hetta at broytast, má hon verða nógv meira sjónlig, tá tað viðvíkur ungdóminum. Vegleiðarafelagið gleðist tí um, at Vinnuhúsið, í samstarvi við fólkaskúlan, hevur tilevnað eina undirvísingargongd í støddfrøði, har næmingarnir loysa roknistykkir, sum byggja á veruligar uppgávur í byggivinnuni, og síðani fara út at vitja á byggiplássum, so at teir síggja, hvat ymisku verkligu útbúgvingarnar takast við.

Undirvísingargongdina frá Vinnuhúsinum, metir Vegleiðarafelagið vera eina góða leið at fara, men vit heita eisini á vinnuna um at taka upp samstarv við vegleiðingina í skúlunum og gerast enn meira sjónlig við at skipa fyri kunningartiltøkum úti í fólkaskúlunum. Hetta tí, at tað eru tey, sum ynskja næmingar at taka ávísa útbúgvingarleið, sum mugu verða meira sjónlig, og uppgávan at røkka næmingum eins og at virka fyri, at næmingar gera eitt búgvið yrkis- og útbúgvingarval er ein uppgáva, vit eiga at loysa í nógv betri samstarvi.

Vegna Vegleiðarafelag Føroya

Ester Poulsen

Vegleiðarafelag Føroya er nýggja navnið hjá fyrrverandi Lestrarvegleiðarafelagnum.

Vegleiðarafelagið er síðani 22.mai 2015 tað víðkaða, felags, landsumfatandi fakliga áhugafelagið innan lestrar-, yrkis- og karrieruvegleiðing í Føroyum. Limir eru skúlavegleiðarar, lestrarvegleiðarar á miðnámi og yrkisútbúgvingum, vegleiðarar á hægri lestri, karrieruvegleiðarar á fjarlestrardeplum, lesandi á vegleiðaraúrtbúgving eins og onnur, sum eru knýtt at lestrar-, yrkis- og karrieruvegleiðing í Føroyum.

Nevndin, sum varð vald á aðalfundinum 2. desember 2016, er:

Ester Poulsen, forkvinna

Holger Arnbjerg, næstformaður

Kári Purkhús, kassameistari

Kristianna Mortansdóttir, skrivari

Randi Hansen, nevndarlimur

Eykalimir eru:

Deirdre Hansen

Hanna Jensen

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni