Tíðindi

Raðfestið føroyskt sum annaðmál aftur

Tað er óheppið, nú vit endiliga hava fingið útbúgvið lærarar í føroyskum sum annaðmál, at vit fara at skerja tímarnar til undirvísingina. Tað er mín vón, at hesir tímar, sum eru skornir av tímatalvunum, koma aftur á tímatalvurnar, tí tørvurin er har. Hann hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

12.07.2024

Alsamt fleiri næmingar eru í føroyska fólkaskúlanum, sum hava útlendskan uppruna.
10. juni 2024 bar til at lesa á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, at í alt 224 næmingar, við útlendskum uppruna, eru í skúlunum runt um landið.
Talið er vaksið nógv tey seinastu fáu árini.

Tað, at vit fáa næmingar av útlendskum uppruna í skúlarnar, er gleðiligt. Hetta ger, at vit fáa fjølbroyttari skúlar og fjølbroyttari næmingasamansetingar. Vit læra øll av hvørjum øðrum.

Tó eru tað eisini ávísar avbjóðingar, ið stinga seg upp, tá vit uppliva henda stóra vøksturin.
Ein partur av hesum børnum skilja als einki av føroyskum. Hjá onkrum er enntá enskt avbjóðandi.
Vit kunnu lættliga ímynda okkum, hvussu vit høvdu havt tað, sótu vit í einum flokshøli við 24 øðrum næmingum og einum lærara, men vit einki skiltu. Hetta er gerandisdagur fyri fleiri av okkara næmingum.

Seinastu árini er undirvísingin í føroyskum sum annaðmál blivin raðfest. Tað hevur verið betur skipað. Eitt nú við móttøkuflokkum ymsastaðni runt í landinum. Aðrastaðni eru tímar játtaðir til einstakan skúla, sum síðani skipar undirvísing til hesar næmingarnar.

Eisini hava fleiri lærarar nomið sær eftirútbúgving innan økið. Tað er gleðiligt, at lærarar vilja brúka tíð at eftirútbúgva seg, tí vit øll vita, at tørvurin á lærarum, sum kunnu undirvísa í føroyskum sum annaðmál, er veruliga til staðar.

Fyri næmingar, sum hvørki skilja ella tosa eitt mál, hevur tað sera stóran týdning, at tey fáa dygdargóða og støðuga undirvísing, so málið verður hildið við líka, og tað støðugt verður ment, so tey skjótt og gott kunnu klára seg í einum flokshøli saman við floksfeløgunum. Tað eru ikki øll, sum leita sær hendavegin, sum hava føroyingar heima við hús, sum kunnu hjálpa teimum. So fortreytirnar hjá hesum næmingunum eru ymiskar, eins og tørvurin er. Tískil eru vit í skúlanum ein týðandi partur at tryggja okkum, at hesir næmingarnir koma at klára seg í skúlanum og í samfelagnum.

Tað kom dátt við, tá eg nú, beint áðrenn eg fór í summarfrí, frætti, at sparingar eru gjørdar á fólkaskúlaøkinum. Serliga dátt kom tað við, tá eg frætti, at játtanin til føroyskt sum annaðmál var skerd. Hava vit ráð at skerja hetta økið? Hava vit ráð at skerja fólkaskúlan?

Í mínum hugaheimi eiga allir næmingar at fáa dygdargóða undirvísing. Allir næmingar eiga at skula merkja, at har er ein lærari, ið hevur stundir til tey, so tey verða hoyrd.

Eiga vit ikki at miða ímóti, at allir næmingarnir fáa møguleika at nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini? Sum stk. 2 í fólkaskúlalógini leggur ásetur?

Skulu vit ikki tryggja okkum, at vit kunnu skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum, sum stk. 2 í fólkaksúlalógin sigur?

Tað er óheppið, nú vit endiliga hava fingið útbúgvið lærarar í føroyskum sum annaðmál, at vit fara at skerja tímarnar til undirvísingina. Tað er óheppið, tí tað gongur út yvir næmingarnar, sum frammanundan stríðast við at skilja tað, ið gongur fyri seg rundan um teir. Um vit, sum skúli ikki ganga á odda við at tryggja næmingunum dygdargóða undirvísing, so teir klára seg úti í samfelagnum, hvør skal so?

Tað er mín vón, at hesir tímar, sum eru skornir av tímatalvunum, koma aftur á tímatalvurnar, tí tørvurin er har. Hann hevur ongantíð verið so stórur sum nú.

Vit hava skyldu at veita øllum næmingum undirvísing. Men vit mugu hava tímarnar, so vit fáa gjørt tað.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni