Tíðindi
02.09.2022
Føroya Lærarafelag hevur áður verið umboðað av føroyskum læraralesandi í samstarvinum í NLS fyri læraralesandi, men tað hava verið tíðarskeið, har eingi umboð hava verið. Nýliga er Páll Magnus Dam í Baianstovu, ið eisini situr í Samstarvsráðnum á Fróðskaparsetri Føroya vegna tey læraralesandi, valdur at umboða læraralesandi á NLS-fundi fyri læraralesandi. Umboð fyri lesandi í lærarafeløgunum í Norðurlondum og umboð fyri NLS hittast í tveir dagar at tosa um m.a. lærarastarvið og læraraútbúgvingar.
Danska Lærarafelagið er vertur fyri fundinum hesa ferð, og fundurin verður í Keypmannahavn. Høvuðsevnið á fundinum er «Dygdin í læraraútbúgvingini; lesnaður við møguleika fyri ávirkan ella «próvtøkuverksmiður». Undan fundinum hava tey luttakandi gjørt eina frágreiðing um, hvat tey halda eigur at vera í eini góðari læraraútbúgving, og hvørja hugsan tey hava um starvsvenjing undir lesnaðinum.