Tíðindi

Próvtølini stýra og forstýra

PISA-kanningin er vorðin til PISA-kapping. Fólkaskúlalógin og menningin av heila menniskjanum er partvíst sjúgvað til viks. Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla, skrivar

24.02.2022

Teir høvdu hug at speireka hann. Skiparaprógvið sá einki út, men hann var komin ígjøgnum. Tá svaraði hann aftur: “Bíða nú, fiskurin spyr ikki eftir próvtølum.” Og so var. Hann bleiv rokskipari. Próvtølini vístu ikki allar førleikarnar, sum skuldu til fyri at gerast rokskipari.

Sama støða ger seg galdandi í fólkaskúlanum. Tey próvtøl, fólkaskúlin merkir sínar næmingar við, geva eina mynd av, hvussu einstaki næmingurin hevur megnað at ogna sær førleikar innan tað fakliga økið. Hesi próvtøl vísa bara ein part av menningini hjá næminginum, meðan endamálsorðing § 1, stk. 2, í fólkaskúlalógini áleggur skúlanum at menna tað heila menniskjað. Meginparturin av heildarmenningini verður als ikki próvtalsmettur.

Í 2022 eru aftur PISA-kanningar á skránni. Kannaðir verða førleikar í lesing, støddfrøði og náttúrulærugreinum. PISA-kanningarnar hava havt ávirkan á fólkaskúlan. Vit hava staðið okkum illa samanborið við grannarnar, og hetta hevur skapt eitt krav um sterkari fakliga undirvísing, sum kann málast og vigast. PISA-kanningin er vorðin til PISA-kapping. Fólkaskúlalógin og menningin av heila menniskjanum er partvíst sjúgvað til viks. Tað hevur alt at siga at standa seg væl í kappingini við hini londini.

Hvar fór næmingurin, menningin av tí heila menniskjanum og fólkaskúlalógin? Alt gott um kanningar, fakliga raðfesting og próvtøl, men vit mugu ikki stara okkum blind í hesum smala menningarpartinum. Vit mugu ikki missa uppgávu skúlans úr eygsjón í eini kapping við onnur lond. At menna dagsins ungdóm er ein avbjóðandi uppgáva. Tey eru eitt ættarlið við neti í hond og møta avbjóðingum, sum ikki vóru til, tá lærari teirra gekk á ungdómsgøtu. Tó verður teirra fótafesti funnið á somu løgusteinum sum áður. Eginleikar sum virkishugur, djúphugsan, viðurkenning, hugflog, sjálvstøðug meting, treysti í felagsskapinum og í egnum barmi er førningur, sum er góður á lívsleiðini. Nú sum fyrr. Hvussu høvuðsstaðirnir eita, ð-ini sita og vinkulin verður mátaður er ein partur av tí heila, men soltið verður, um heildarmenningin ikki fær rúm.

PISA-kanning er ikki bara av tí ónda. Vit fingu staðfest m.a., at ov nógvir av okkara næmingum manglaðu tað síðsta fyri at kunna taka ímóti undirvísing á hóskandi stigi. Hetta var hent vitan, og tøk eru tikin, so at støðan er batnað. Í Danmark var staðfest, at órógv í flokshølinum var ein stórur trupulleiki fyri næmingarnar. Hetta var hent vitan, sum nakað skuldi gerast við. Tað er, tá PISA-kanningin verður til PISA-kapping, at raðfestingin á skúlaøkinum er í vanda. Tá er tá, at blindvinklarnir økjast, tí rennast skal skjótt eftir úrslitunum, ið kappast verður um. Vit eiga ikki at bíta á, tá kappingarmegin eggjar og trokar á. Heldur eiga vit við stavnhaldi í fólkaskúlalógini at halda fast í menningini av heila menniskjanum. Tann menningin er av størri týdningi og verður avgerandi fyri, um okkara komandi ættarlið fer at klára seg. Men her er longu dragnað; tí eiga vit at umrøða, hvørt vit eiga at breiðka próvtalsgrundarlagið. Vit hava í skúlaverkinum dømi um breiða próvtalsmeting. Tá næmingarnir í 9. flokki hava verkætlanaruppgávu, verður hugt at arbeiðslagi, framburði, samstarvi, ágrýtni og dygd. Hetta er eitt væl betri próvtøkugrundarlag enn einsamalla fakmetingin. Breiða próvtalsgrundarlagið er ikki eins sambæriligt sum kappingarhagtal, men tað lýsir væl betur heildarmenningina hjá næmingunum, og er tískil eitt betri skoðsmál til at staðfesta menningina, ið fólkaskúlalógin leggur upp til, og ta uppgávu lærarin skal røkja.

Greinin hevur staðið í Skúlablað nr 1, 2022

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni