Tíðindi
27.02.2017
30. desember í fjør kom Dimmalætting út við m.a. átta hugleiðingum um ársskiftið. Hugleiðingarnar fevna um fleiri viðkomandi evni. Her verður nomið við tvær av hugleiðingunum, sum úr hvør sínum sjónarhorni koma inn á vitan. Eitt hugtak, sum ikki er so einfalt, sum man skuldi trúð.
Í hugleiðingini, “Ársins orð 2016: Hiti”, sigur Bogi Hansen, havfrøðingur, at stóð tað til hansara, so valdi hann orðið “hiti” til ársins orð, heldur enn “hjúnabandslóg”, sum málráðið valdi. Fyri 20 árum síðani, sigur Bogi, kundu vit kjakast um, um upphitingin av jørðini var av mannaávum ella ikki, men í dag eru prógvini so mikið sterk, at eingin veruligur ivi kann vera um okkara leiklut í globalu upphitingini. Bogi heldur fram, at hóast prógvini eru sterk, so verður henda einfalda søgan órógvað av eini rúgvu av skeivum søgum, sum floyma inn yvir okkum. Bogi heldur ikki, at skúlamyndugleikarnir leggja nóg stóran dent á náttúruvísindini, og vísir til seinastu PISA-úrslitini, sum vísa, at okkara skúlaungdómar ikki klára seg nóg væl í náttúruvísindaligu lærugreinunum. Og hetta er at undrast á, heldur hann, tí vit liva í einum landi, sum er so bundið at náttúruni.
Tað er einki at ivast í, at náttúrulærugreinarnar í fólkaskúlanum kunnu styrkjast, serliga við betri arbeiðsumstøðum, fjølbroyttari frálærutilfari, eftirútbúgving av lærarum og í læraraútbúgvingini. Umframt tað, so er ein av stóru avbjóðingunum at menna førleikan hjá næmingum at skilja, hvussu vísindini arbeiða, og at menna ein kritiskan hugsanarhátt, so til ber at skilja millum vísindi og vanlig uppáhald.
Í innganginum nevnir Bogi, at Oxford-orðabókin valdið orðið “post-truth” til ársins orð. Orðið, post-truth, sipar til umstøður, har óvildarligar sannroyndir hava minni árin á almennu hugsanina enn kensluligar ákallanir og persónlig sannføring. Hóast orðið ikki er nýtt, so er týdningurin at kalla skorin í papp í sambandi við Brexit-atkvøðugreiðsluna í juni í fjør og ikki minni í sambandi við amerikanska forsetavalið. Summi halda, at orðið verður eyðkenni fyri komandi tíðir. Hetta kemur Ólavur Ellefsen eisini inn á í síni hugleiðing, “Framhevja heldur enn at sálda frá”. Hann sigur, at tað er lætt at niðurgera og knúsa sjálvt harðvunna, vísindaliga vitan við følskum álopum.
Í hugleiðingini byrjar Ólavur Ellefsen við at siga, at tøkniliga menningin seinastu 20 árini hevur fullkomiliga broytt, hvussu vit nema okkum vitan. Áhugavert er eisini, tá Ólavur vísir á, at tað er lætt at finna ekko-kømur, har samsint hittast og umaftur og umaftur staðfesta tað, sum vit frammanundan hildu okkum vita. Ekko-kømur eru í ávísan mun ein fortreyt fyri vísindum og framburði, sigur Ólavur, men eru veggirnir ov tjúkkir, gerast vit býtt og ekstrem.
Ólavur heldur, at taktikkurin hjá útbúgvingarverkinum hevur verið at stinga høvdið í sandin og látast sum um, at alt var við tað gamla. Hesum kann man lutvíst taka undir við, tí ein yvirskipaðan politikk er ringt at fáa eyga á. Hinvegin eiga vit ikki at lítilsmeta tað slóðbrótandi arbeiðið, sum lærarar og skúlaleiðslur hava gjørt og gera á økinum, og Nám roynir í sínum lag at flyta frálærutilfar á talgilda pallin. Men her eru ódnartøk at taka, tí hóast læring alla tíðina fer fram, so hava vit, í og við at vit hava eina skúlaskipan, eina meining um, hvat ið týdningarmikið er at læra, og tann læringin kemur ikki av sær sjálvari.
Tað er langt síðani farin tíð, tá lærarin at kalla einsamallur sat inni við allari vitan, ella í hvussu er tí, sum varð mett sum dygdargóð vitan. Ólavur sigur í hugleiðingini, at krøvini til ein stimbrandi og stuðlandi lærara eru nógv størri enn til myndugleikalæraran, og tí er avgerandi at uppstiga førleikarnar hjá lærarunum á hesum øki. Og tað kunnu vit ikki verða meira samd um.
Oddagrein eftir Herálv Jacobsen, formann Føroya Lærarafelags, í Skúlablaðnum, sum júst er komið.