Bloggur

Poppkorn eru týdningarmikil í skúlanum

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, lærari í Skúlanum á Argjahamri, skrivar

08.12.2020

Skúlaleiðslur, lærarar, námsfrøðingar o.o. hava havt úr at gera við at broyta vanliga siðbundna desembermánaðin, har hugnin og samveran er í hásæti. Alt orsakað av koronu.
Vit hava ikki felagsgudstænastu, vit hava ikki felags jólahald, vit hava ikki jólahald fyri foreldrunum. Men eitt, sum vit enn hava, eru spentu, smílandi og glaðu børnini, sum aftur í ár koma tuskandi í skúla, og tíðindafróð fortelja, hvat tey hava fingið frá nissuni.

Eg ivist onga løtu í, at vit kundu hugsað okkum, at desembermánaðurin varð júst sum hann plagar. Tá vit, stutt fyri summarfrítíðina, fingu at vita, hvørjir flokkar vit skuldu undirvísa hetta skúlaárið, var greitt, at eg skuldi undirvísa 7. flokki. Sjeyndi flokkur hjá okkum spælir leik á jólum. Eg eri partur av einum stórtoymi, har lærararnir eru sum ein pakki av poppkorni, ið hevur verið í mikroovninum í 3-4 minuttir. Væl á veg at poppa. Har mangla ongantíð hugskot. Vit byrjaðu at planleggja sjónleikin við brestin - ja tað bleiv byrjað í juni - áðrenn summarfrítíðina. Vit tóku avgerð um at framføra Gentan við svávulpinnunum, sum H. C. Andersen so meistarliga hevur fest á blað. Ein so ótrúliga týdningarmikil boðskapur, sum vit øll eiga at læra av, og hetta var eitt upplagt høvi at vísa børnum, foreldrum og øðrum avvarðandi leikin við tí góða boðskapinum.

Tað gjørdist okkum greitt, at vit ikki kundu framføra sjónleikin - alt orsakað av koronu.

Hvat gera vit nú? Jú, øll poppkornini í posanum vórðu ikki liðugt poppað. Verri enn so. Tað tók stutta tíð, so varð onnur ætlan løgd.
Vit fara at savna pening saman til vælgerandi endamál, og vit taka støði í ævintýrinum, vit skuldu framføra.

Í dag er verkætlanin væl koyrandi. Næmingarnir hava gjørt eina heimasíðu, har møguleiki er at lesa um ymiskt, har er eisini møguleiki at keypa tað, børnini hava evnað til høvið. Børnini framføra sang, tey baka, gera teknifilmar og nógv annað. Hví gera vit hetta? Jú, tí vit vilja geva og hjálpa øðrum. Ein partur av boðskapinum í ævintýrinum.
Eg loyvi mær at reklamera eitt sindur. Heimasíðan eitur www.jólainnsavning.fo. ;-)
Poppkornini eru verri enn so liðugt poppað. Nú poppa poppkornini hjá næmingunum eisini. Tað er fantastiskt at vera partur av einum hópi sum hesum, ikki bara okkara stórtoymi, øll starvsfólkini á skúlanum eru hesi góðu poppkornini.

Tað hevur alt at siga fyri ein skúla, at starvsfólkini duga at hugsa øðrvísi, tá tørvur er á hesum.

Tá eg bleiv spurdur um at blogga fyri Skúlablaðið, byrjaði míni poppkorn at poppa. Eg fór beinanvegin at hugsa, hvat eg kundi skriva um. Nú eg siti og skrivi síðsta bloggin, má eg ásanna, at jú, eg havi nógv upp á hjarta. Lærarastarvið fyllir nógv hjá mær og tað er ikki altíð eg fái sett orð á allar mínar tankar, men við hesum møguleikanum hevur tað borið til at seta orð á, hví eg eri lærari. hvat fekk meg at taka hesa avgerð, hvat mær dámar arbeiðið, hvat kundi verið gjørt øðrvísi og eisini eitt upplagt høvi at prika eitt sindur til politisku skipanina, sum eigur at endurskoða fólkaskúlalógina, so hon samsvarar við føroyska fólkaskúlan anno 2020.

Eg eri góður við fólkaskúlan. Orsøkirnar eru nógvar, men tað skerst ikki burtur, at ein tann størsti faktorurin eru starvsfelagar. Teir eru sálin í skúlanum - varmin í mikroovninum. Tað eru teir, ið geva tær eitt lítið skump, tá tú hevur tørv á tí, teir leggja oyra til, tá á stendur - teir eru gull verdir. Eitt annað er tað fantastiska tilfeingi, ið vit arbeiða við - børnini. Poppkornini. Børnini, sum vit til tíðir ilskast inn á, tí tey eru heldur óhoyrilig, børnini, sum vit eru errin av, tá vit síggja, hvussu ey mennast og læra, børnini - tað komandi ættarliðið, ættarliðið, sum skal taka yvir, tá vit leggja frá okkum.

Øll børn hava rætt til bestu fortreytir. Tey hava krav upp á undirvísing, og har eru tað vit, ið skulu tryggja okkum, at tey fáa tað burturúr, sum tey hava rætt til. Vit skulu hjálpa til at poppa poppkornini.

Men poppkornini hjá okkum poppa bara, um vit eisini hava góðar fortreytir at arbeiða undir. Hetta árið hevur verið sera merkt av, at øll hava skulað hugsað øðrvísi - og eg má siga, at tað hevur gingist væl, hóast tað hevur verið sera strævið til tíðir.

Eg fari at takka fyri møguleikan, eg fekk. Eg kann nú skriva bloggari á mítt cv ;-)
Haldið tit fram við at gera tað megnar arbeiði, tit gera. Vit skulu verða errin av okkara yrki.

Gleðiliga jól, øll somul J


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni