Bloggur

“Plussa og minussa”

Hanus Højgaard, læraralesandi á triðja ári, bloggar

10.10.2014


Nú eri eg farin undir 3. árið á læraraútbúgvingini og eri komin nakrar vikur inn í tað fyrra av tveimum linjufakum, sum læraútbúgvingin hevur at bjóða uppá. Eg valdi støddfrøði sum mítt fyrsta linjufak av trimum grundum. Tað lá hampiliga væl fyri at rokna í skúlanum, mær dámar væl at fáast við støddfrøði, og so vil eg eisini fegin læra at undirvísa í støddfrøði. Harafturat lata tey, sum høvdu støddfrøði á linju farna skúlaár, væl at undirvísingini.

So fyri at siga tað, sum tað er, so væntaði eg, at hetta árið fór at liggja líka til høgra beinið. Men eg fann skjótt út av, at tað ikki er nokk at duga at lesa eina “formilsamling,” um tú skalt undirvísa í fólkaskúlanum. Heldur ikki er tað nokk at vita, at tá mann gangar er “faktorernes orden ligegyldig.” Og øll vita, at tá eitt tal verður flutt yvir um eitt líkheitstekin, skiftir talið fortekn. Eitt postivt tal gerst negativt og øvut.

Nakað tað sama er galdandi, tá talan er um brøkar. Flytur tú eitt tal yvirum, sum var brúkt til ganga við, skal tað nú brúkast til at dividera við og øvut.

Hetta er alt samalt gott at vita, og nú nærkist eg tí tvístøðu, sum eg eri komin í, nú eg havi gingið á støddfrøðilinjuni í nakrar vikur.

Tvístøðan er: er tað nokk at læra næmingarnar eina røð av ymiskum hættum og reglum soleiðis, at teir kunnu loysa allar hugsandi støddfrøðiuppgávur, ella skulu vit heldur leggja okkum eftir at fáa teir at hugsa støddfrøði, og hvat støddfrøði skal brúkast til.

Sjálvandi skulu teir duga bæði, vil onkur siga. Tað eri eg samdur í, men hvat skulu vit leggja dent á. Fyri at lýsa hetta nærri kunnu vit taka eitt dømi. Tá tú lærir til timburmann, lærir tú eisini at brúka eina rúgvu av amboðum. Hamara, sag, borimaskinu, vaturpass fyri at nevna nøkur. Men endamálið við at duga at nýta hesi amboð er, at so kanst tú til dømis byggja eini hús, og tað er væl tað veruliga endamálið. Tað eru neyvan nógvir timburmenn, sum fara at byggja hús, tí teimum dámar so væl at negla, saga ella at hølva. Nei, hamarin, sagin, høvilin eru einans amboð fyri at náa tí veruliga málinum, sum er at byggja eini hús.

Tað sama er galdandi við støddfrøði. Vit eru noydd at duga at brúka nøkur støddfrøðiamboð fyri at klára okkum í dagligdegnum. Uttan at hugsa um tað brúka vit støddfrøði javnan. Gamaní ganga vit ikki loysa “annangradslíkningar” í heilum, men vit koma javnan í støður, har vit skulu rokna. Vit skulu meta um tíð, avstand, sammeta prísir, longdina á børnunum, sum nú eru vaksin fleiri sentimetrar eftir einum mánaði ella tveimum, bert fyri at nevna nøkur heilt fá dømi.

Í tí “gamla” ella “svarta” skúlanum var dentur lagdur á at læra uttanat. Hetta kundi vera kongarekkjur, sálmavers, bygdir ella tabellir. Og Gud náði teg um tú ikki dugdi tað uttanat, sum tú skuldi. Systir mín var einaferð eftirsett, tí hon ikki dugdi at ramsa upp allar bygdirnar í Eysturoynni. Hon gloymdi Morskranes. So galið er tað ikki í dag. Heldur eru vit kanska farin í hina grøvini, har vit onki skulu duga uttanat, men skulu duga at hugsa okkum til ymsar loysnir, alt eftir hvat støðu vit eru í. Og hví skulu vit eisini duga tabellir, tá hvørt smábarn gongur við eini smartphone við innbygdari roknimaskinu.

Her eri eg av tí fatan, at eitt sindur av uttanatslæru og tabellvenjing kann so ikki skaða, tí í eini knappari vending kann tað vera gott at duga at meta um eitt tilboð, nú er so gott sum tað sær út til at vera. Viðhvørt kann tað eisini vera gott at duga raðfylgjuna á bygdunum í Eysturoynni. Havi hoyrt um nakrar havnarmenn, sum skuldu til Fuglafirðar at spæla fótbólt, men viltust og endaðu í Runavík. Eg veit, at GPS’arin er uppfunnin, men tað kann ikki vera meiningin, at ein skal vera noyddur at brúka hjálpitól, fyri at finn úr Havn og inn í Eysturoynna.

Ein tvístøða støddfrøðilærarar kunnu koma í er, um brúkast skulu føroysk ella útlendsk heiti fyri støddfrøðilig fyribrigdi. Eru tvær linjur javnfjarar ella eru tær paralellar. Eg skal ikki taka støðu til tað her, men kanska verður tað her, sum aðrastaðni, har føroysk orð verða gjørd. Summi rigga og verða tí brúkt, meðan onnur ikki rigga og tí hvørva aftur.

Til seinast fari eg at loyva mær at koma við eini vinarligari áheitan. Tað skurrar í mínum eftirhondini gomlu tilkomnu oyrum, tá eg hoyri børn og kanska serliga vaksin tosa um at “plussa” og “minussa.” Tað eitur at leggja saman og at trekkja frá.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni