Tíðindi

PISA-úrslitið verður endavent

Tá ið Mentamálaráðið leggur fram úrslitið av nýggjastu PISA-kanningini 6. desember, verður skjøtul samstundis settur á eina djúptøka greining av úrslitunum, har farið verður aftur um tølini.

21.11.2016

Landsstýriskvinnan í skúlamálum hevur fleiri ferðir verið frammi og sagt, at vit skulu ikki taka lut í kanningum bara fyri at luttaka; verður úrslitið ikki greinað og brúkt til eitthvørt munagott, skulu vit heldur lata vera við at taka lut. Hesum stendur hon við.
- Eitt tað fyrsta, eg sum landsstýriskvinna tók stig til, var at seta arbeiðsbólk at hyggja nærri at PISA og landsroyndunum. Tað er púra rætt, sum tað hevur verið sagt av fleiri, at vit hava ikki gjørt nóg mikið við at greina úrslitini av PISA og landsroyndunum og brúkt tey til nakað munagott. Nakað er gjørt, men als ikki nóg mikið, sigur Rigmor Dam.

Í samgonguskjalinum er niðurfelt, at eftirmetingar í skúlaverkinum verða endurskoðaðar. Sambært landsstýriskvinnuni skal øll eftirmeting hava námsfrøðiligt endamál og fremja vitan og læring, og eftirmeting, sum ikki munar í skúlanum, skal ikki vera.
- Tað er lætt at staðfesta, hvat fer fram, men verulig gransking fer aftur um dátu og kannar eisini hví og kann so koma við tilmælum um, hvat er at gera. Hetta økið skal styrkjast. Royndarúrslit, sum vit hava og fáa, skulu gagnnýtast betur; vit hava tikið stig til, at Mentamálaráðið saman við Námi, Próvstovuni, Námsvísindadeildini og øðrum serfrøðingum á økinum fara at viðgera og gagnnýta úrslitini frá PISA betur. Við øðrum orðum eru vit farin undir eitt nýtt samstarv; tá ið úrslitið verður almannakunngjørt, hava vit nøkur fyribils úrslit, og tá verður skjøtul settur á eina greining. Tað verður áhugavert at kanna, um tað eru serligir aldursbólkar, serlig øki, serligar umstøður, sum ávirka úrslitini henda ella handa vegin. Tað eru so ógvuliga nógvar upplýsingar í PISA, sum vit higartil ikki hava gagnnýtt í nóg stóran mun, eisini slík viðurskifti sum sosialu støðuna hjá næmingunum, viðurskiftini heima, trivnaðurin í skúlanum, hugburðin til lærdóm og mangt annað, sum til ber at kanna á kross og gera sær eina neyvari mynd av. Tað er eisini umráðandi, at vit gagnnýta upplýsingarnar so væl sum til ber, so vit fáa neyðugu vitanina at seta tilboð og tiltøk í verk; tí sjálvandi eiga tilboð og tiltøk at byggja at vitan, sigur Rigmor Dam.

Landsstýriskvinnan sigur, at vit hava neyðugu førleikarnar í Føroyum at gera neyvar metingar av úrslitunum av PISA-kanningunum og landsroyndunum.
- Vit samstarva eisini við danir, tí tað er neyðugt.

Hóast úrslitini av undanfarnu PISA-kanningum og landsroyndum ikki eru greinað til fulnar, hava vit tó fingið nakað av ítøkiligari gransking og menningartiltøk burturúr.
- Eftirmetingarnar hava víst, at skúlar eru ymiskt fyri, og at førleikin í lesing, skriving og støddfrøði hevur ikki verið nøktandi. Átøk eru tí sett í verk at bøta um hetta; til dømis hava vit skipað fyri lesivegleiðaraútbúgving, allir lærarar hava verið á skeiði í fakligari lesing, orðblindalærarar eru útbúnir, í løtuni verða støddfrøðivegleiðarar útbúnir, og bæði Nám og Bókadeildin hava fingið størri játtan, soleiðis at vit kunnu fáa meiri undirvísingartilfar og lesitilfar til yngstu børnini.

Skipað hevur verið fyri landsroyndum átta ferðir, og sum skilst er eingin ætlan um at steðga teimum.
- Vit hava hópin av upplýsingum, sum vit ikki hava møguleika at granska í, tí tað krevur ávís loyvi frá Vísindasiðsemisnevndini, Dátueftirlitinum og øðrum; hetta krevur eitt sindur av forarbeiði og treytar eisini, at tað verða gjørdar nakrar kunngerðir, ið loyva hesum; hetta er alt farið í gongd. Hesar upplýsingarnar eru ikki bara nakað, tú kanst kava niður í og kanna nærri uttan at tær eru anonymiseraðar fyrst. Tí er umráðandi, at vit skapa karmar fyri, at vit kunnu granska í úrslitunum í Føroyum. Bara at halda fram at gera kanningar og órógva undirvísingina í skúlunum upp í saman uttan at brúka úrslitini er ein farin tíð. Tað er ikki nóg mikið, at hvør einstakur lærari fær at vita, hvussu næmingar hansara klára seg, ella at næmingurin fær at vita, hvussu væl hann hevur klárað seg. Skúlamyndugleikin má kunna brúka kanningarnar og handla út frá teimum. Eg veit, at lærarar í Føroyum ræðast ikki at verða vigaðir, tí teir eru fakliga væl fyri og skikkaðir; teir finna seg bara ikki í at verða órógvaðir óneyðugt. Tá ið úrslitini av ymsu kanninunum verða greinað, fáa teir eitt amboð, sum teir kunnu brúka beinleiðis, og politiskt mugu vit sjálvandi taka avleiðingarnar av tí, sum kemur fram í greiningunum.

- Eg kann skoyta uppí, at sum landsstýriskvinna skilji eg millum big-data, sum til dømis PISA og landsroyndir, sum vísa eina heildarmynd, og so small-data, har vit kanna, hvussu stendur til í einstaka flokkinum og í menningini hjá tí einstaka næminginum. Vit mangla amboð til at framleiða small-data, altso nýtt og dygdargott eftirmetingartilfar at brúka í tí einstaka flokkinum og í einstøkum lærugreinum. Fyri sjálva læringina er tað avgerandi, at eg sum lærari kann kanna støðið og menningarpotentialið hjá einstaka barninum, at eg sum lærari síggi, hvørjar styrkir og veikleikar barnið hevur, og at eg soleiðis kann bjóða øllum næmingum hóskandi avbjóðingar – eitt barn, sum fær hóskandi avbjóðingar lærir nýtt, og vandin fyri, at barnið fer at órógva í flokkinum, minkar. Tí fari eg sum landsstýriskvinna at raðfesta framleiðslu av føroyskum eftirmetingartilfari, sum er eitt alneyðugt amboð hjá okkum lærarum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni