Tíðindi

Pengar á skeivt stað

- Tímarnir, ið verða latnir KT-vørðum, fara fyri ein stóran part til røkt av tólum í staðin fyri til at arbeiða námsfrøðiliga við kunningartøknini, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna

14.03.2017

Síðstu árini hava nógvir skúlar gjørt stórar íløgur í kunningartøkni; hvørja ferð ein kommuna keypir teldur ella teldlar, letur Mentamálaráðið tímar til KT-vørðir, sum verða brúktir til røkt av hesum útbúnaðinum. Stendur tað til landsstýriskvinnuna, var skipanin øðrvísi, tí telduútbúnaður er øki og ábyrgd hjá kommununum, og sostatt átti tað eftir hennara tykki at verið kommunurnar, sum rinda fyri røktina av tólunum.
- Tímarnir, ið verða latnir KT-vørðum, fara fyri ein stóran part til røkt av tólum í staðin fyri til at arbeiða námsfrøðiliga við kunningartøknini. At broyta hesi viðurskifti er ein spurningur, sum skal viðgerast millum land og kommunur; eg kann bara staðfesta, at tað er ógvuliga harmiligt, at vit nýta so nógvar pengar til røkt av tólum, sum heldur áttu at farið til námsfrøði. Tað er burtur í vón og viti, at lærarar skulu brúka tíð til at røkja tól; teirra uppgáva er at undirvísa. Uppgávan at røkja tólini eigur at liggja hjá fólki, sum hevur skil fyri slíkum.


Les samrøðu við landsstýriskvinnuna í Skúlablaðnum, sum kom fríggjadagin.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni