Tíðindi

Pedagogfelagið og Lærarafelagið heilsa flóttafólki vælkomnum

Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag halda, at Føroyar eiga at taka ímóti flóttafólkum úr Ukraina. Feløgini hava í dag sent myndugleikunum eina áheitan.

10.03.2022

Námsfrøðingar, hjálparfólk og lærarar taka sær dagliga av børnum og ungum, tí eru vit ein sjálvsagdur partur í arbeiðinum at fyrireika, hvussu vit taka ímóti flóttafólkunum á dagstovnum og í skúlunum. Vit taka fegin við hesi uppgávu.

Okkara áheitan er tí, at vit verða tikin við upp á ráð.

Vegna Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag

Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni