Tíðindi

OVIS vann Skúla FM 2022

Fríggjadagin 25.02.22 var Løkshøll karmur um finaluna til SkúlaFM 2022, tá virkisfúsir næmingar løgdu sínar virkisætlanir fram.

01.03.2022

Vinnarin av SkúlaFM 2022 í íverksetan gjørdist bólkurin OVIS úr Skúlanum við Løkin, ið hevði framleitt ljóðpanelir úr føroyskari seyða ull.

Dómsnevndin legði dent á, at OVIS megnaði at gagnnýta eina vøru, sum ov ofta verður blakað burtur aftan á nýtslu. Bólkurin hevði eisini gjørt ein góða og fullmenta prototypu, sum hugtók dómararnar.

Nummar tvey gjørdist Sjóprotein úr Fuglafjarðar skúla, og nummar trý gjørdist Kropsskrubb úr Skúlanum á Giljanesi.

Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level-kappingini í Danmark, sum er líknandi donsk kapping fyri skúla ungdóm. Harumframt góvu Betri og Føroya Tele 5.000,- kr. hvør til vinnandi bólkin.

Nr. 2 og 3. fingu somuleiðis ein vinning á ávikavist 1.500 kr. og 1.000 kr.

Finalan í Skúla FM er endabresturin fyri skúlarnar, sum hava arbeitt við íverksetan í skúlaárinum 2021/2022.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni