Tíðindi
21.04.2022
Bólkurin OVIS, sum hevur ment ljóðpanel úr føroyskari seyðaull, hugtók donsku dómsnevndina.
Sum grundgeving fyri triðja plassinum legði dómsnevndin millum annað dent á, at OVIS hevði megnað at gagnnýtt eina vøru, sum var ment úr nærumhvørvinum, og sum ofta verður blakað burtur aftan á nýtslu. Harumframt hevði OVIS gjørt ein góða og fullmenta prototypu. Í kappingini tóku 24 bólkar lut.
Vit ynskja OVIS hjartaliga til lukku og alt tað besta í víðarimenningini av verkætlanini.
Næmingarnir handan OVIS eru: Trygvi Christiansson, Ólavur Olafsson Davidsen, Teitur Hentze Knudsen og Davur Samuelsen. Lærararnir eru Súsanna Brekku og Jónleif Johannesen.