Tíðindi

Óttin fyri at happing minkaður

Hóast tað eru 23% av øllum, ið siga, at tey viðhvørt, eitt sindur ofta, ofta og sera ofta, eru bangin fyri at verða happað, so er tó ein minking í óttanum í mun til kanningina frá 2015, tá 47% søgdu, at tey ongantíð vóru bangin fyri at verða happað. Hetta talið er nú 54%. Sostatt kunnu vit staðfesta, at í samsvari við at happing minkar, minkar óttin fyri at blíva happaður.

28.08.2019

At 23% frá viðhvørt til ofta siga, at tey eru bangin fyri at verða happað, er eitt stórt tal og sigur nakað um, hvussu happing kann gera seg inn á umhvørvið og mentanina í einum flokki. Harafturat siga 45 % seg kenna onkran, sum verður ella hevur verið happaður, og uppaftur eru tað eru 11%, sum siga seg verða happað í skúlanum. Hesi ganga øll í flokki saman við øðrum næmingum, sum onkursvegna eru vitandi um happingina ella sansa hana, og sum aftur ger, at hesi onnur í flokkinum verða bangin fyri sjálvi at verða happað. Tí mynstrið í happing er júst hetta, at happing er til staðar, og harafturat er áhaldandi. Tí fæst lítil vissa fyri, hvør tann næsti verður, sum verður raktur av happingini, tí happing er ein livandi stødd, sum ferðast, og sum alla tíðina leitar eftir onkrum at raka.

Sum ein næmingur, ið hevur tikið lut í happingarkanningini, sigur:

“Tað ringasta við at vera í skúla, er at síggja mína vinkonu blíva happaða og ikki tora ella kunna gera nakað við tað. Eisini tað at fólk halda meg vera irriterandi, og at tey ikki dáma meg.”

Óttin fyri at verða happaður kann viðvirka til, at næmingar koma at vera og gera ymiskt, sum tey ikki ynskja. Hetta kann viðvirka til at flyta teirra normar og mørk í móti teirra egna vilja. Sum t.d. at taka frástøðu frá einum vini, lata vera við at taka aktivan leiklut í undirvísingini. Alt fyri at fylgja við streyminum fyri soleiðis at koma undir radaran og tryggja sær ikki at verða beinleiðis raktur av happing. Hesir mátar at virka uppá kunnu kallast yvirlivilsisstrategiir í einum flokki, har tað sosiala er farin av kós.

Tølini í happingarkanningini vísa, at tað er ein bólkur av næmingum, ið ikki trívist, og at hetta ávirkar trivnað og læring. Í kanningini 2015 sóu vit, at næmingar høvdu ótta fyri happing og útihýsing, og at nógv kendu onkran, sum bleiv happaður. Spurt varð eisini, hvat tey gera, tá tey síggja onnur blíva happað, og har vísti tað seg, at fleiri gjørdust óttafull og vistu ikki, hvat tey skuldu gera, og at hetta ávirkaði.

Í frágreiðingini, sum er skrivað út frá seinastu happingarkanningini, verður væl greitt frá hugtakinum happing. Longsulin eftir at hoyra til liggur latent í okkum allatíðina, tí vit eru eksistentielt bundin av at hoyra til, meðan sosiali óttin fyri útihýsing kann verða tendraður sum fylgja av einum ánilsi ella staðfesting av ikki at sleppa at hoyra til. Tá vit hava tað gott og trygt og uppliva okkum at hoyra til, merkja vit soleiðis onki serligt til hesar drívkreftirnar, tí tá eru tær bara har, goymdar sum ein glóð, sum kann verða til eld, tá vit varnast tað, sum kann skaða okkara sosiala eksistens. Tí verða hesar drívkreftirnar til sterkar kenslur, sum stinga seg upp, tá vit t.d. skulu verja okkum ella kempa í hótta sosiala felagsskapinum, sum ein skúlaflokkur t.d. kann bera dám av at vera, tá hann ikki virkar, sum hann eigur - og sum uppaftur styrkir um tann óttan, sum bara friðaliga lá har frammanundan. Allur ótti rópar eftir linna. Hann merkist í kroppinum og soleiðis er tað eisini við hesum sosiala óttanum, sum verður aktiveraður, tá vit ikki sleppa at hoyra til, og sum vit hava fyri neyðini at sleppa av við, tí hann er so ótespiligur. Tað vil siga, at tá vit eru bangin fyri at verða útstoytt, kann linnin vera at útstoyta onkran annan. Hetta viðførir, at felagsskapurin av álvara kemur í ólag, óttin ferðast millum øll í felagsskapinum, sum er í panikk. Felagsskapurin fer soleiðis í gongd við at royna at býta upp millum tey, sum kunnu góðtakast og tey, sum ikki kunnu góðtakast.

Tað var í mai, at nýggj kanning av happing í 5., 7. og 9. flokki var almannakunngjørd. Úrslitið vísir, at 11 % av næmingunum eru fyri happing viðhvørt og ofta; ringast stendur til í 5. flokki. Kanningin er gjørd í seinnu helvt av november og desember í 2018. Næmingarnir hava svarað 33 spurningum talgilt. Við nýggju kanningini ber einstøku skúlunum, sum hava tikið lut í kanningini, at fáa vita, hvussu støðan er á teirra skúla, um ynski er um tað; hetta er tó bara møguligt, um skúlin hevur í minsta lagi 20 næmingar í hvørjum av árgangunum, sum spurdir eru. Svarprosentið er rættiliga høgt; 2020 næmingar í trimum árgangum svarar til 89,5 % av samlaða næmingatalinum í hesum árgangum.

Les happingarkanningina á mmr.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni