Tíðindi
13.12.2016
Kanningin fór fram í 4 fyrstu flokkum, trimum í Eysturoynni og einum í Havn. Í alt 70 næmingar tóku lut í kanningini. Uppgávan var at kanna málstøðuna hjá næmingum í 1. flokki, og hvussu vit við miðvísari venjing kunnu økja um orðfeingi teirra. Til kanningina vóru nøkur gerandislig orð vald, sum mett var vóru á markinum fyri, hvat kann væntast, at fyrsta floks næmingar duga. Roynt var eisini at finna út av, um munur er á gentum og dreingjum umframt skúlum. Kanningin var gjørd á teldli.
Í kanningini vóru 56 sagnorð, navnorð og lýsingarorð; dømi um orð vóru skemta, njósa, bílæt, døllutur, kvikur, gerandisdagur, fjøra, hvøkka við, velta, fyrradagin, ovurmorgin, hælur og økul. Næmingarnir fingu nakrar valmøguleikar. Umframt vóru innleiðandi spurningar; eitt nú vórðu tey spurd, um tey eru von at hoyra søgur lisnar, um tey lurta eftir barnaútvarpi, um tey hava búð uttanlands, um tey nýta talgildar miðlar og so framvegis.
- Tað var væntandi, at øll ikki kendu øll orðini, ið vóru vald, men at tað bara vóru 15 av 70, ið kenna orðið at skemta, tað er hugvekjandi, og kundi givið orsøk at roynt at varða um og fjálga um okkara málsliga ríkidømi, so tað ikki ferst. Tað kundi givið orsøk til at grunda yvir sosial-mentanarligar og átrúnaðarligar orsakir fyri, at eitt orð sum gerandisdagur sær út til at verða komið á gravarbakkan. Tað tykist sum dreingir hava betri fatan av tíðarspurningum enn gentur; í abstraktari hugsan vóru gentur betur fyri. Orð, sum eru við at hvørva, eru gerandisdagur, skemta og økul, bara 12-15 í øllum skúlum kendu hesi orðini. Orð, sum tey flestu kendu, vóru snildur, geispa, njósa og bílæt.
Orðamissur førir til fátæksligari orðaval og minni úrval av frábrigdum at orða seg, vísir Anna M. Hentze á í ritgerðini.
- Í undran yvir, hvussu skjótt málbúnin hjá teimum yngru aldursbólkunum, eftir mínum tykki, er broyttur ígjøgnum nøkur ár, haldi eg, at evnið er áhugavert. Tá ið hugsað verður um orðingar, har samsvar ikki er við føroyskar mál- og bendingarreglur, er ein av teimum áhugaverdu spurningunum, hvussu samskiftisførleikin hjá børnum verður ávirkaður av talgildum samskiftismiðlum og spælimaskinum, serliga tá ið hugsað verður um ávirkan frá enskum og donskum máli, sigur Anna M. Hentze.
Lesið samrøðu við Annu M. Hentze í Skúlablaðnum, sum júst er komið.