Tíðindi
12.03.2025
Durita Eldevig Olsen veit av royndum, hvussu orð kunnu fanga áhugan hjá næmingunum. Hon er barn av síni tíð og hevði sjálv ta fragd sum skúlanæmingur at vera undir veingjabreiði meistarans – Alexandurs Kristiansen.
– Alexandur dugdi so væl við orðum og hevur longu tá sáað, so tað onkursvegna hevur fest seg. Men tað var ikki fyrr enn eg gjørdist vaksin, at eg kendi týdningin, og tað er mín vón, at eg í sama anda kann lata arvin víðari, sigur hon.
Næmingarnir lesa yrkingina um Arabarabarbu á tamb í flokkinum. Orð fyri orð. Setning fyri setning. At enda koma tey fram til síðstu reglu. Tað er nú, at dragast skal samanum. Hvør var boðskapurin? Hvat snúði yrkingin seg um? Var nakað endamál við yrkingini?
Tey lesa, greina og tulka. Og tey tykjast at vera samd um niðurstøðurnar. Í fyrra lagi halda tey, at yrkingin letur upp fyri skaldsligum hugarensli og einum heimi, sum í alt ov stóran mun tykist at vera fjøtraður. Í seinna lagi tykist breið semja at vera um, at Arabarabarba í sær sjálvum er eitt íspunnið orð uttan stórvegis týdning, og kortini hevur tað so púra avgerandi týdning.
– Vit gera okkum nógvar og stórar tankar, meðan vit lesa. Og vit gita, men vita ikki, hvat arabarabarba merkir, og hvat yrkingin vil okkum. At enda finna vit fram til, at orðið merkir í grundini einki. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit hava tosað vítt og breitt, men um einki. Hinvegin hevur stríðið ikki verið til fánýtis, tí yrkingin hevur afturímóti vakt áhugan fyri yrkingum og kveikt hugflog og kreativar tankar og dirvi og áræði hjá næmingunum at lesa, skriva og yrkja. Og tað er ikki smávegis førningur at hava við sær í viðførinum á lívsleiðini, sigur Durita Eldevig Olsen.
Kynstrið at yrkja hevur eftir øllum at døma fingið fastatøkur á næmingunum.
Tað er ikki so løgið, tí nýggi skúlabygningurin í Fuglafirði er ein sonn perla og ein dreymur fyri kreativar sálir. Listin er sjónlig, allastaðni. Eisini tann poetiska og bókmentaliga. Kveikjandi yrkingar og brot úr kendum tekstum prýða skúlastovur, arbeiðsrúm og felagsøki. Ikki minst á bókasavninum, har søgunnar veingjasuð breiðir seg millum veggja, frá H.C. Andersen og Astrid Lindgren til Tove Jansson og síðani endar aftur á heimligu slóðini við Marjuni Syderbø Kjelnæs og Alexanduri Kristiansen.
– Mær dámar so væl at arbeiða við orðum, og tað er so stuttligt at finna uppá, sigur ein genta í flokkinum.
Genturnar eru við yvirlutan. Tær eru 12 í tali og dreingirnir bara fýra. Men dreingirnir smæðast ikki burtur, hóast teir eru ymiskir á máli um, hvat teimum dámar best í skúlanum.
Lærarin, sum alla tíðina heldur eyga við flokkinum og hevur ábyrgd av undirvísingini, tekur aftur um stýrisvølin.
– Hvaðani koma orðini? spyr hon út í flokkin og blaðar í bókini. Tað er nú, at næmingarnir sjálvir skulu royna seg.
– Frá heilanum, svarar ein næmingur kvikliga.
– Hvat siga hini? spyr hon uppaftur.
– Eg hugdi rundan um meg, og so komu orðini av sær sjálvum, sigur ein annar næmingur.
– Og hvat siga tit longri afturi?
– Tað kavaði uttanfyri, og so fór at eg hugsa um jól.
– Frálíkt, sigur hon og leggur aftrat, at einki er skeivt ella við síðuna av, tí hugflogið og kreativu skapanarevnini hava fríar og óavmarkaðar ræsur, tá um yrkingar ræður.
Brot úr grein, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað. Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2025