Tíðindi

Orka eigur at verða sett av til at gera kompleksar greiningar

Dáturnar eru til taks, og tað ber til at fara djypri niður í tølini at gera neyvari greiningar, soleiðis at vit gera nøkur munadygg og fokuserað átøk. Tað sigur Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi í Námi.

04.10.2024

Hvussu nógvir skúlar hava gjørt eftir tilmælinum frá trivnaðarráðgevanum og brúkt ráðleggingardagar báðumegin summarfrítíðina til at seta út í kortið, hvat eigur at verða gjørt fyri at skapa betri trivnað og bøta um hugburðin hjá næmingum til læring, vita vit ikki. Nakrir skúlar settu seg í samband við ráðgevarnar í Námi alt fyri eitt, tá úrslitið av trivnaðarkanningini var alment í fjør heyst. Tað snúði seg í høvuðsheitum um hjálp at greina úrslitið saman við skúlanum.

- Úrslitini í kanningini eru rúgvusmikil, og bróðurparturin av úrslitunum hava ávirkan á skúlamentanina á staðnum. Men skal nakað munagott koma burturúr, má mann taka nøkur úrslit og nakrar niðurstøður burturúr og savna seg um tey, tí tað er ov rúgvusmikið at fevna um alt. Summir skúlar hava gjørt vart við, at tey høvdu viljað sæð nakrar størri samanhangir í greiningini av úrslitunum.

Tóra Petersen er samd við teimum skúlunum. Hóast hon tekur úrslitini í kanningini í størsta álvara, heldur hon, at størri orka og fleiri fólk áttu at verið sett til at kava djypri niður í dáturnar.

- Tað snýr seg ikki um, at tey, sum hava gjørt trivnaðarkanningarnar, ikki hava gjørt sítt besta, men okkum vantar greiningar, sum eru kompleksari, og tað krevur størri orku. Orka eigur at verða sett av til at gera kompleksar greiningar, soleiðis at vit síggja so nógvar samanhangir sum til ber. Tað kostar og krevur eisini serkøn fólk. Avbjóðingin við eini kanning sum hesari er, at tá ið hon byggir á títtleika, koma samanhangir millum ymiskar faktorar ikki nóg væl fram. Tað krevur meiri kompleksar greiningar ella samansett hagtøl. Og tí kann tað vera ein vandi í at gera niðurstøður burtur úr hagtølum, sum eru gjørd einfaldari. Tá ið arbeitt verður við hagtølum, má mann skilja ímillum orsakarsamband og samanhang ella virkning. Til dømis síggja vit ein samanhang í kanningini millum fáar næmingar og góðan arbeiðsfrið, men uttan at greina dáturnar neyvari síggja vit ikki, um tað kanska eru 15 millumliggjandi variablar, sum gera seg galdandi. Tí ber ikki til at siga, at eru tað fáir næmingar, so er arbeiðsfriður. Dáturnar eru til taks, og tað ber til at fara djypri niður í tølini at gera neyvari greiningar, soleiðis at vit gera nøkur munadygg og fokuserað átøk.

Úrslitini av undanfarnu trivnaðarkanningunum hava víst eina gongd, har happingin hevur verið í minking, og tí vóru tað helst fleiri, sum høvdu vónað og væntað, at úrslitið av teirri nýggjastu trivnaðarkanningini fór at leggja seg upp at hesum úrslitunum. Nýggjasta úrslitið kemur tó ikki óvart á trivnaðarráðgevan.

-Eg gjørdist ikki bilsin av úrslitinum av nýggjastu kanningini, tí hyggja vit út í samfelagið, síggja vit gongdina. Tað tykist vera fleiri og fleiri børn, sum stríðast, og vit vita eisini um skúlaleiðslur, sum rópa varskó. Lærarafelagið hevur eisini gjørt vart við ónøktandi umstøður – eitt nú hjá flokslæraranum, sum hevur alt ov lítla tíð til alt ov nógv. Flokslærarin hevur so ómetaliga nógv at siga, men eg haldi ikki, at flokslærarin eigur vera ein lærari – eftir mínum tykki eigur hann at vera eitt toymi. Tú kanst ikki einsamallur ella einsamøll hava eina so kompleksa uppgávu, sum tað er at vera um ein hóp av næmingum, har nógvir hava sítt at stríðast við, og samstundis undirvísa so nógv. Tí dámar mær sera væl, at co-teaching ella samundirvísing verður sett í verk. Tað er bara ikki nóg mikið, tí tað snýr seg eisini um at styrkja fakligheitina og umstøðurnar. Ein týðandi fortreyt at fáa næmingarnar at trívast og hava hugin at læra er, at starvsfólkini trívast. Hava starvsfólkini hinvegin kensluna av ikki at megna starvið, tí orkan ikki røkkur til alt og øll, er ringt at fáa næmingarnar við.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni