Tíðindi
30.03.2017
Evnisvikuna verður arbeitt við framsýningarevninum "Kollafjørður" undir heitinum "Opin skúli". Henda dagin, mikudagin 5. apríl. eru øll vælkomin í skúlan, her øll kunnu fáa til dømis kaffi og vaflur.
Allir teir 125 næmingarnir í skúlanum við sínum til samans 16 lærarum eru við í tiltakinum Opnum skúla umframt avvarðandi. Hetta er eitt tiltak, sum Kollafjarðar skúli hevur skipað fyri í fleiri ár. Í ár er tað fimtu ferð.
Næmingarnir hava lærugreinina Handaverk og list, og í námsætlanini fyri Handaverk og list stendur m.a., at Handaverk og list er lærugrein, ið fevnir um fakini myndlist og evning, tónleik, sang og ljóðføri, handarbeiði, smíð umframt heimkunnleika. Í undirvísingini verður dentur lagdur á at menna tey handaligu og skapandi evnini hjá næminginum. Næmingurin ognar sær vitan og førleikar í teirri skapandi arbeiðstilgongdini. Næmingurin skal uppliva gleðina við at skapa verk og upplivingar, eitt nú tilevnaðar lutir, myndir, sang, tónleik og leik, samstundis sum hann mennir síni evni at skapa, at bera fram og at framføra. Í undirvísingini skal næmingurin uppliva arbeiðsgleði, felagsskap og persónligan áhuga, so at hann mennist og fær áræði at taka støðu og stig sjálvur.
Í hádeildini, 7., 8. og 9. flokkur, arbeiða næmingarnir við tónleikalívinum, ið hevur verið í Kollafirði. Næmingarnir í 9. flokki gera ein dokumentar um tað. Í roynd og veru gera næmingarnir í 9. flokki tríggjar stuttfilmar. Teir klippa og seta ein film saman um Kollafjørð, eisini sæddur úr erva. Her hevur onkur filmað við dronu, og tey í 9. gera eisini upptøkur, ið eisini verður til tíðindatilfar úr Kollafirði.
Í 8. flokki savna tey seg um vinnulívið í Kollafirði sum heild, og tað er ikki hissini. Hetta arbeiðið hjá næmingunum fevnir eisini um skúlan sum arbeiðspláss í Føroya longstu bygd.
Í 7. flokki arbeiða tey við tí sera spennandi og áhugaverda evninum, sum er tey gomlu húsini í bygdini. Tey gera modell av húsunum og skriva um tey. Ivaleyst eitt evni, sum øll ætlandi skulu fáa gleði av.
Í miðdeildini, 4., 5. og 7. flokkur, hava tey arbeitt við KÍF – Kollafjarðar Ítróttarfelag – frá stovnan til dagin í dag umframt skúlunum í bygdini. KÍF er alt møguligt, hondbóltur ikki minst, badminton, borðtennis og teinavís av kappróðri. Stutt sagt søgan hjá KÍF. Haraftrat hava tey millum annað spurt ommur og abbar, hvussu tað var at ganga í skúla fyrr.
Í grunddeildini, 1., 2. og 3. flokkur, hevur arbeitt við húsi og heimi í Kollafirði. Tey hava fingið ta víðfevndu uppgávu at greiða frá tí sera ítøkiliga evninum: Bústaðurin hjá mær. Tey greiða millum annað frá støddini á bygdini, hvussu nógvar ferkilometrar hon er, hvussu nógv fólk búgva í bygdini (740 í 2015), og hvussu langt vegastrekki ringir seg gjøgnum teir mongu býlingarnar. Kollafjørður er níggju kilometrar úr enda í annan. Samanumtikið Kollafjørður í tølum.
Bygdin Kollafjørður verður avdúkað og úrlatin seinnapartin mikudagin 5. apríl. Næmingarnir gleða seg til tess sum skilst.
Myndin:
Ætlanin hjá Kollafjarðar skúla teir næstu dagarnar er, at tað, sum spyrst burturúr evnisvikuni frá týsdegnum 28. mars til fríggjadagin 31. mars, verður víst fram í skúlanum mikudagin 5. apríl, tá ið tiltakið "Opin skúli" er á skránni
Tekstur og mynd: Sonne Smith