Bloggur

Online, offline og opt-line

Katrin Dagbjartsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum, bloggar.

09.10.2024

Ganga fram í myrkri

øll tey blindu.

Ganga ymsar leiðir

eftir lyndi.

Eingi hóma miðið

fram bert ganga –

so fer blinda liðið

vegin langa.

Hugsaði um hesa yrkingina Tað blinda liðið, tá ið eg fyri tveimum árum síðani gekk mær ein túr á gongugøtu í Keypmannahavn. Fólk gingu skjótt, og mong hugdu tómt fram fyri seg. Fleiri høvdu oyrnalurt, og onnur gingu og tosaðu. Nøkur tosaðu hvør við annan, meðan tey gingu, meðan onnur tosaðu fram fyri seg – allarhelst í telefon. Ungfólk sótu á einum beinki og hugdu niður á telefonina.

Sjálv gekk eg á høkjum – og tá ber illa til at halda telefonini samstundis. So eg hugdi upp og eygleiddi menniskjuni og hugsaði um yrkingina hjá Chr. Matras. Komin inn í bussin nakað seinni sótu tey flestu við telefon. Eingin reistist, hóast eg gekk við høkjum. Tey sóu tað ikki! – tey hugdu í telefonina. Búði í Svøríki fyri 14 árum síðani, og tá reistist onkur altíð, tá ið tey sóu, at eg var rørslutarnað. Men ikki nú.

At enda settist eg saman við eini ungari kvinnu, sum tosaði við vanligari rødd, sum um at hon tosaði við meg, men hon tosaði í telefon. Øll tey, sum sótu nærindis, máttu hoyra um hennara gerandistrupulleikar, um tey ikki eisini høvdu oyrnalurt.

Heimurin er broyttur heilt ómetaliga nógv, síðani snildfonin kom. I-phone, sum hon av røttum eitur. Eg telefonin. Eg, meg, mær, mín – einki vit.

Øll vita, hvat tað er at vera offline. Børnini skyna millum at spæla saman og at spæla saman online. Ofta kalla dreingir online-spælið fyri at game´a (úttalað geyma)

Eingin ivast í, hvat tað er at vera online og offline. Tað vita øll. Triðja støðan, vit kunnu vera í, er “opt-line”, og hesa støðuna hugsaði eg at skriva eitt sindur um. Anette Prehn er samfelagsfrøðingur og rithøvundur. Hon hevur skrivað fleiri Hjernesmart-bøkur, bæði til børn og til vaksin. Serligi áhugi hennara er heilin, og hon vil gera okkum okkum tilvitað um, hvussu heilin arbeiðir, og hvussu vit fáa sum best burturúr. Tað er hon, sum er komin við heitinum opt-line. Optional ... at hava møguleika fyri at fara skifta millum veruleikan og talgilda heimin. Á enskum verður eisini sagt: To opt out. At velja at lata vera við at luttaka. To opt in: Enska allýsingin: To choose to do or be in something.

At vera opt-line er, tá ið tú hevur telefonina við hondina. Altso, at tú altíð røkkur eftir henni og kanst skifta millum veruleikan og netið heilt skjótt. Soleiðis er gerandisdagurin hjá mongum børnum, ungum og vaksnum. Telefonin er altíð við hondina, og kann takast fram, tá ið onkur lítil steðgur er. Henda støðan er eftir øllum at døma tann, sum vit taka størst skaða av at vera í, og eg fari at nerta eitt sindur við tað evnið.

Læring og opt-line

Tá ið undirvísing  fer fram, krevur tað nakað av okkum øllum. Lærarin, sum skipar fyri læringini, megnar lítið í sær sjálvum. Næmingarnir mugu vera tilstaðar, ikki bert kropsliga, men eisini sálarliga. Tí tað er soleiðis, at vit bert megna at gera eitt ísenn (unitasking). Fyri at læringin skal hefta seg, mugu børnini geva nakað frá sær, vera við til at lyfta og at geva sítt íkast. Sama við okkum vaksnu.

Havi hoyrt onkran sagt, at bara undirvísingin er nóg áhugaverd, so skulu børnini nokk læra. Hetta setur læraran í eina vónleysa støðu! Tí hvør heldur tað vera stuttligari at terpa 8-tabellina, enn at spæla minecraft á telduni? At læra krevur samspæl, og tað krevur hugsavnan um tað eina evnið, sum er frammi. Áfyllara-ástøðið um, at lærarar “fylla á” hjá næmingunum, er langt síðani slept. Næmingurin skal vera aktivur í læringini, fyri at fáa nakað burturúr.

Nærvera og opt-line

Vit eru mong, sum undrast á, hvar tíðin fer, tá ið vit sita við telefonini og sappa. Vit síggja ymiskt stuttligt, okkurt tápuligt og eisini kríggj og neyð. Áðrenn vit vita av, so er tann tímin farin, har vit skuldu rudda ella gera onkra uppgávu, sum kravdi okkurt. Tað er ikki einasta avleiðingin.

Tá ið vit eru saman við øðrum, og vit hava telefonina liggjandi á borðinum, so verða vit lættliga forstýrað av ljósi og ljóði frá telefonini. Tá fer uppmerksemið frá tí, sum tosar, og til telefonina og netið. Tað fær avleiðingar fyri sambandið millum menniskju. Tí hvør tímir at tosa um kenslur og djúp evni við ein, sum bert bjóðar fráverandi nærveru? Tað hevur álvarsligar avleiðingar fyri vinabond og fyri sambond millum menniskju. Kann hetta vera ein orsøk til, at mong ung kenna seg einsamøll? Tí hóast tú situr saman við øðrum, er ikki vist, at nøkur nærvera er. Ikki, um øll sita og hyggja í hvør sína telefon. Og slettis ikki, um summi eru ein partur av onkrum á telefonini, og onkur ikki er.

Karmar um telefonnýtslu

Anette Prehn sigur, at vit mugu hava týðilig mørk millum, nær vit eru online, og nær vit eru offline. Serliga foreldur mugu gera sær greitt, at tað eru tey, sum avgera hetta. Tí skermnýtslan hjá børnunum ávirkar sosialu førleikarnar munandi. Nógvir skúlar rópa varskó um ófrið í flokkum. Børnini megna ikki at hugsavna seg í meiri enn eina lítla løtu, tí tey eru so von við at kunna sita og hyggja at tí, sum tey hava hug til. Bara tí, sum tey hava hug til.

Um heimini gjørdu tað sama, sum skúlin: Telefonin verður løgd eitt ávíst stað inni í húsinum. Ikki ov langt frá øllum, men tó so langt frá, at húskið hugsar um, nær tey fara inn í talgilda heimin, og nær tey eru tilstaðar.

Hvussu hevði verið við offline-føðingardøgum? Har vit leggja telefonina so mikið langt burtur, at vit tilvitað mugu VELJA at fara inn í digitala heimin?

Offline fundum?

Netflix-leiðslan sigur, at størsti fíggindi teirra er svøvnurin! Haldi, at vit skulu royna av øllum alvi at seta klár mørk fyri telefonnýtslu og taka maktina aftur. Meir veruliga nærveru, fleiri stjørnuløtur, kensluligan frið. Tað ber til.

So í sælum stundum

hendir lívsins undur,

blindir fáa megi

at lata eygu sundur,

liva ríkar løtur

ið leingi minnast,

síggja allar gøtur

saman finnast.

 

 

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni