Tíðindi
24.03.2025
Spyrja vit Sjúrð J. Ravnsfall og Jens Mortan Rasmussen, sum báðir eru lærarar, KT-vørðir í Skúlanum á Fløtum og nevndarlimir í KT-varðafelagnum, so tykist Skúlanet ikki vera besta skipanin hjá einum skúla, sum eins og Skúlin á Fløtum í Havn, er framkomin, tá ið talan er um teldur, talvur og talgild amboð. Allir lærarar og allir næmingarnir frá triðja flokki og eldri hava teldu frá skúlanum, og talgild amboð eru púra vanlig í dagligu undirvísingini.
- Okkara telduútbúnaður hevur roynst sera væl, og alt gongur vanliga væl, men tá ið talan er um tøkni og telduútbúnað, so vita vit, at trupulleikar og avbjóðingar kunnu koma fyri. At hava KT-hjálp á staðnum og altíð hevur bara alt at siga og er fortreyt, um vit framhaldandi skulu brúka so nógva tøkni í undirvísingini. Um ikki so mugu myndugleikarnir taka talgildu amboðini úr námsætlanunum. Tað sýnist sum, at tey, sum varða av Skúlaneti, ikki kenna skúlan nóg væl, og tey hava gloymt, at alt – tað er tøknin – ikki riggar altíð, sigur Jens Mortan Rasmussen.
Tað, sum eisini gjørdi seg galdandi, áðrenn vit fingu Skúlanet, var, at vit kendu ognarskap í KT-útbúnaðinum og netinum. Vit løgdu nógv fyri, at alt riggaði altíð. Nú KT-røktin so at siga er flutt út úr skúlanum, er ognarskapurin ikki tann sami, og onkursvegna kemur ein líkasæla ístaðin. Tað gongur út yvir arbeiðsgleðina, tá ið vit ikki kunnu hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp, sigur Sjúrður J. Ravnsfjall.
Tað var síðst í oktober, at Skúlin á Fløtum var bundin í Skúlanet, og fyrsta tíðin hevur verið merkt av nógvum tvørleikum og trupulleikum.
- Hetta er ein skiftistíð, har vit øll skulu venja okkum við, at alt eru broytt, men eg kann stúra fyri, at tað ikki er so einfalt sum bara tað, tí uppgávurnar hjá KT-vørðunum eru ikki minkaðar ikki fyri tað. Hon er skorin niður í eina helvt, og vit eru nú tveir KT-vørðir við 20 tímum til samans, samanborið við í fjør, tá ið vit vóru tríggir KT-vørðir við tilsamans 40 tímum. At partur av arbeiðnum hjá KT-vørðunum er flutt út úr skúlanum, merkir ikki, at vit hava minni at gera. Heldur tvørturímóti. Vit hava framvegis sama tal av lærarum og næmingum og sama tal av teldum og talvum, sum áðrenn vit fingu Skúlanet; munurin er, at nú kunnu vit ikki loysa trupulleikarnar, men bara seta orð á teir yvir fyri einum uttanhýsis stovni, sum so skal loysa trupulleikarnar. Og eydnast tað okkum í skúlanum ikki neyvt at greiða frá trupulleikanum, soleiðis at tann, sum skal loysa hann, skilir hann, so hava við uppaftur meiri at gera. Myndugleikarnir vilja hava KT-vørðirnar at vegleiða meiri, tað vil siga at ráðgeva og vegleiða lærarum í tí didaktiska, tá ið talan er um at brúka teldur og talvur í undirvísingini, og umframt øllum tí, sum hevur við vitlíki gera. Men høvdu vit ringa tíð til tað áðrenn Skúlanet, er tíðin uppaftur minni nú. Vit hava hvørki orku ella tíð at seta okkum inn í alt tað nýggja og dagføra okkum. Vit renna aftaná alla tíðina. Tað tekniska etur alla tíðina upp. Sjálvsagt er væntandi, at so hvørt tíðin gongur, duga bæði vit og tey, sum skulu avgreiða KT-trupulleikar hjá okkum, betri og orðna alt skjótari.
Skúlanet er sannlíkt komið fyri at verða, og tí snýr tað seg um at fáa tað at bera til, men skal tað bera til, so mugu KT-vørðirnir sleppa inn í leikin aftur, meiri enn tað er lagt upp til, sum er. Tað halda í øllum førum Sjúrður J. Ravnsfall og Jens Mortan Rasmussen.
- Vit mugu fáa meiri tíð til uppgávurnar og fleiri rættindi, tað er, at vit mugu sleppa at loysa trupulleikar, sum stinga seg upp í eini undirvísingarstøðu.