Tíðindi
06.09.2016
Í staðin fyri forskúla kundi skúlastjórin í Skúlanum við Streymin, Sonni Óli Djurhuus, hugsað sær at ment samstarvið við barnagarðarnar í økinum. Norðskála-Oyrar skúli hevur havt eitt ógvuliga gott samstarv við barnagarðin á Oyrarbakka í nógv ár, har lærarar fara í dagstovnin at undirvísa børnunum í síðsta árgangi tvær ferðir um vikuna. Henda skipanin hevur verið so mikið góð og mennandi, at skúlastjórin sær fyri sær, at samstarvið víðkar til hinar dagstovnarnar í kommununi.
- Tað eru ógvuliga góðar royndir av hesi skipanini, so hví taka hana av, tá ið hon riggar, sigur Sonni Ó. Djurhuus.
Skipanin er háttað soleiðis, at frá september til ársskiftið fara lærarar tvær ferðir um vikuna í 1-2 tímar í barnagarðin at undirvísa børnunum; frá ársskiftinum til skúlaársbyrjan koma børnini í skúlan, og tá er tað flokslærarin, ið fer at hava børnini, sum undirvísir. Undirvísingin er talmenning, ljóðmenning og málmenning sum heild.
- Hetta er eitt gott høvi at finna út av, hvussu næmingarnir eru fyri, eisini í mun til tað at byrja í skúla. Fyri hvønn næmingin verður ein menningarætlan gjørd. Sær lærarin, at tað er ein næmingur, sum hevur serligan tørv, so verður viðkomandi loftaður alt fyri eitt, og tímarnir eru játtaðir, tá ið skúlin byrjar. Hetta samstarvið tryggjar eisini, at skúlin fær allar neyðugar upplýsingar um næmingarnar.
Tað eru tríggir barnagarðar í kommununi, men tað er bara tann eini, ið liggur beint við skúlan, sum samstarvar við skúlan um børnini fyri skúlaaldur. Skulu hinir báðir barnagarðarnir upp í samstarvið, skal Sunda kommunu taka eina avgerð um tað.
- Sum skúli eru vit áhugað í, at øll børnini í kommununi eru umfatað av hesi skipanini, soleiðis at øll eru líka fyri og fáa sama tilboð. Tað er tó upp til kommununa og leiðararnar á barnagørðunum og skúlanum, sum í felag fremja hetta samstarvið. Samstarvið, sum hevur verið millum skúlan her á staðnum og barnagarðin, er eitt fyridømi um, hvussu væl skipanin kann virka, og eg ivist ikki í, at hetta er eitt sera gott alternativ til forskúla.
Sonni Ó. Djurhuus avvísir ikki, at forskúli einaferð verður ein partur av Skúlanum við Streymin.
- Fyrr enn vit fara at taka støðu til tann spurningin, má vera greitt, hvat endamálið skal vera við forskúla. Sum er kenni eg ov lítið til forskúla. Í høvuðsheitum dámar mær ikki, at børn fara í skúla ov tíðliga, har tey eru bundin av at sita niðri og taka ímóti læring.
Ynski eru ikki komin frá foreldrum um at skipa forskúla í Sunda kommunu, og hvørki kommuna ella skúli hava ætlanir um at taka stig til ein forskúla.
Lesið samrøðu við Sonna Óla Djurhuus í Skúlablaðnum, sum júst er komið.