Tíðindi

Ongin skúlasamanlegging eftir bókini

Síðan ársskiftið í fjør eru tríggjar stórar skúlasamanleggingar farnar fram; eingin av hesum samanleggingunum hevur verið eftir bókini, sambært formanni Føroya Lærarafelags.

23.05.2016

Í ársfrágreiðing síni nemur formaður Føroya Lærarafelags, Herálvur Jacobsen, við allar tríggjar samanleggingarnar; skúlasamanleggingarnar í Havn og Klaksvík hava í summum føri elvt til ótolandi arbeiðsumstøður hjá lærarunum, sum mugu renna millum fleiri bygningar, tí skúlin, ið samanlagdi skúlin skal halda til í, ikki er bygdur, og samanleggingin í Sundalagnum hevur sett til viks ynskið hjá fólki á staðnum, har skúlaleiðararnir eru sagdir úr starvi, áðrenn úrslitið av fólkaatkvøðuni var kent.
- Eitt er, at skúlamyndugleikarnir á staðnum eru ov bráðir; annað er, at lurtað verður so illa eftir ynskjunum hjá borgarunum og harvið skúlaforeldrunum. Tað vísir seg ofta, at myndugleikarnir vilja ein veg, og fólkið á staðnum ein annan.

Skúlasamanleggingarnar, sum eru gjørdar, eru allar innan fyri kommunumark; formaður Føroya Lærarafelags er sannførdur um, at vit fara ikki at síggja samanleggingar tvørtur um kommunumark.
- Av tí sama síggi eg ikki fleiri samanleggingar fyri mær, sum tær, ið vórðu gjørdar í fjør; vit eru ikki ímóti samanlegging av skúlum; tað vit vísa á, er mannagongdin, og í ongum føri av teimum trimum, sum vórðu gjørdar í fjør, hevur verið rætt atborið. Í Mentamálaráðnum síggja tey fyri sær sparingar, sum koma av samanleggingum, men tað er ivasamt við tí. Skúlarnir, ið hava lagt saman, eru teir flestu so mikið stórir, at raksturin av skúlunum longu frammanundan er rættiliga effektivur. Er talan um lítlar skúlar, er myndin ein heilt onnur. Tað er uppi í tíðini at leggja saman, men tað eru ongar kanningar sum einvíst vísa, at næmingarnir duga betur í størri skúlum samanborið við lítlum; ein onnur grundgeving er, at í størri skúlum sleppa lærarar at undirvísa í sínum linjulærugreinum; heldur ikki tað einsamalt borgar fyri, at undirvísingin verður betri. Betri úrslit er tengt serliga at læraraførleikum í nógv breiðari merking og so næmingasamanseting.

Føroya Lærarafelag kærdi í vár Mentamálaráðið til løgtingsins umboðsmann fyri handfaringina av samanleggingini í Sundalagnum. Enn er einki svar komið upp á kæruna. Lærarafelagið heitti á Mentamálaráðið at bíða við at siga skúlaleiðarunum úr starvi, til úrslitið av fólkaatkvøðuni var greitt, men hetta vildi Mentamálaráðið ikki eftirlíka.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni