Tíðindi
17.07.2019
Ikki færri enn 18 prosent av næmingunum, nærum ein av fimm, fekk serundirvísing í 2015. Hesir næmingarnir vórðu tiknir út úr stovuni av einum hjálparlærara. Hinir næmingarnir fingu vanliga floksundirvísing av einum lærara. 18 prosent er eitt alt ov høgt tal, hildu lærararnir og leiðslan í skúlanum. Í staðin fyri at taka næmingar úr floksstovuni, gjørdu teir av at seta ein eyka lærara inn í flokkin.
– Tað er ógvuliga praktiskt og gott fyri allan flokkin. Vit fáa hjálp nógv skjótari. Tað skapar ein betri felagsskap og betri relatiónir millum næmingarnar og millum næmingarnar og læraran, sigur Kira Albrigtsen, 15 ára gomul og næmingur í skúlanum.
Henda royndarverkætlanin við tveimum lærarum í floksstovuni verður gjørd á øllum floksstigum í norskum, enskum og støddfrøði. Royndarverkætlanin fær æruna av, at talið á næmingum, sum tørvar serundirvísing, er komið niður á 3 prosent.
– Næmingarnir missa nógv við at verða tiknir úr felagsskapinum. Málið er, at allir næmingarnir skulu vera partur av fakliga og sosiala felagsskapinum. Hetta er umráðandi fyri næmingarnar, sum ikki klára seg væl, og teir, sum klára seg væl. Eisini lærararnir eru positivir. Sjálvsagt eru tað avbjóðingar við at laga undirvísingina til eftir ymiskum torleikastigi og ymsum arbeiðshættum. Tí arbeiða vit fram ímóti at skipa hetta betur og eisini at fata um fleiri lærugreinir, sigur Anita Grimsrud, skúlastjóri.
Royndarverkætlanin hevur vakt ans, eisini uttan fyri skúlaveggirnar í Halsen framhaldsskúla. Skúlin hevur havt vitjan av Jan Tore Sanner, sum er ráðharri í vísindum og inkludering í Noregi.
– Halsen framhaldsskúla hevur tikið eitt stig, sum eg haldi, at aðrir skúlar og aðrar kommunur kundu lært av. Tað, tey hava gjørt, er fyrst og fremt at brúka orkuna betur, tí tey hava ikki fingið meiri pengar. Nógvir næmingar halda tað vera stigmatiserandi at verða tikin út úr floksstovuni alla tíðina, sigur Sanner.
Kanning í Noregi vísir, at helmingurin av teimum, sum fáa serundirvísing í barnaskúlanum, verða undirvíst av hjálparfólki sum ikki hava útbúgving í undirvísing, at ein av trimum, sum tørvar serundirvísing, verður tikin úr flokkinum, og at tey, sum vita mest um sernámsfrøði, arbeiða ofta í umsitingini.
Kelda: nrk.no