Tíðindi

Ongin lóggáva tryggjar næmingum góða inniluft í skúlanum

Arbeiðs- og umhvørvislógin tryggjar lærarum góða inniluft og góð viðurskifti á arbeiðsplássinum. Næmingar eru ikki tryggjaðir á sama hátt, og tað eiga vit at gera nakað við alt fyri eitt, heldur formaður Føroya Lærarafelags

16.01.2024

Næmingar hava undirvísingarskyldu. Teir eru tvingaðir við lóg at vera í skúla hvønn dag, vanliga í minsta lagi fýra tímar, í mesta lagi sjey tímar. Mangan í somu skúlastovu allan dagin. Kortini er eingin lóg, sum tryggjar teimum góða inniluft; ei heldur er markvirði sett fyri, hvussu nógv koltvíilt ella fukt eigur at vera í skúlahølunum. Somuleiðis eru eingi krøv um ljóð- og ljósviðurskifti ella minsta mark fyri rúmmetur fyri hvønn næming ella tal á vesum til tal av næmingum. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, heldur, at vit alt fyri eitt eiga at gera eina lóg, sum tryggjar næmingum góð viðurskifti í skúlanum.

- Fysisku karmarnir í skúlanum eiga at vera so góðir sum til ber, bæði til næmingar og lærarar. Veruleikin er, at í nógvum skúlum eru viðurskiftini ikki nøktandi, ei heldur í nýggjum skúlabygningum. Vit hava áður havt dømi um, at skúlastovur eru stongdar, tí soppur er staðfestur, ella inniluftin er heilsuskaðilig. Í fleiri førum eru næmingarnir í flokshølinum allan dagin, bæði tá undirvísing er, í fríkorterum og tá teir eta matpakkan, tí at annað letur seg ikki gera í skúlanum. Tað er ikki nøktandi, og tað kunnu vit ikki bjóða børnunum.

Vit eiga ikki at ganga út frá, at tá ið lærarar eru vardir við lóg, so eru næmingarnir óbeinleiðis eisini vardir, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Lærarar eru vanliga bundnir at vera í flokshølunum nakrar tímar um dagin; næmingarnir eru bundnir allan dagin. At eingin lóg tryggjar næmingunum er tekn um vantandi virðing børnunum. Tað eru stórar kanningar, sum vísa, at tað er samband millum inniluftina og tað, sum næmingarnir læra, og inniluftina og talið á sjúkradøgum, tí eigur hetta at verða tikið við, tá vit tosa um læring og trivnað í skúlanum.

Í sambandi við barnaverkætlanina, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur tikið stig til, er upplagt at taka henda partin við, heldur formaður Føroya Lærarafelags.

- Sum land vilja vit vera heimsins besta land hjá børnum at vaksa upp í. Meina vit tað í álvara, so mugu vit tryggja rættindini hjá børnum í øllum viðurskiftum í lóg. Er eingin lóg, hava vit onga trygd fyri, at fysisku viðurskiftini eru í lagi í nýbygningum ella umbyggingum, at luftskiftið er nóg gott, og at tað eru nóg nógv vesi til allar næmingarnar, og at tey eru løtt at koma til. Bara ein lóg kann tryggja tað.

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni