Bloggur

Ongi viskileður við jarðberjalukti ...

Rebekka á Neystabø Jacobsen, læraralesandi á fjórða ári, skrivar

13.08.2018

Ongi viskileður við jarðberjalukti ...

Endaspurturin av summarferiuni er av álvara skotin í gongd, og nú er við at vera klárt til 4. og síðsta árið á læraraskúlanum; og hetta við blandaðum kenslum.

Eg minnist, tá man sum yngri gleddi seg til skúlabyrjan. Nýtt pennahús, nýggjar litblýantar, heftir, tey mest farvuríku viskileðrini, sjálvandi við jarðberjalukti, og ikki minst hvønn lit man skuldi velja av pappíri til at binda bøkurnar inn. Skuldi skúlabyrjanin verða ordiliga góð – so eitt nýtt sett av klæðum eisini.

Skilið er ikki heilt tað sama í dag. Nýggj telda er tó keypt fyri stuttum, tí hin gamla doyði (sjálvandi) mitt undir bachelorskrivingini! Megni eg eisini at fáa eina hóming av dagaskili áðrenn skúlabyrjan, ja, so kann eg næstan ikki blíva meira klár.

Sum áður nevnt, so er ein stórur partur av gleðini av at ganga á læraraskúla at hava góðar floksfelagar. Flokkarnir eru ikki teir somu hvørt ár, tí vit velja okkum inn á tey ymisku linjufakini og verða deild upp har eftir. Higartil havi eg verið sera heppin viðv. flokkum, og vónandi (og væntandi) verður sama skil komandi skúlaár. Vit eru tríggjar, ið hava arbeitt nógv í bólki saman m.a. bachelorritgerðini, og hava verið so hepnar at hava gingið í flokki saman øll trý árini. Vit hava tó vitað í eina tíð, at hetta fór at broytast komandi ár, av tí at vit valdu ymisk fak. Gleðiboð komu tó mitt í juli, at ein hevði broytt meining og vupti – so vóru vit eisini savnaðar hetta 4. og síðsta árið hjá okkum – so heilt galið kann tað ikki ganga.

Um gott eina viku situr man á skúlabonki aftur, og gerandisdagurin byrjar at taka skap aftur. Man hevur fingið løtt væl upp, ferðast í Spania og Danmark, notið teir 3-4 dagarnar, ið sólin kagaði undan í Føroyum, og fyri eina ferð skyld slappað av og ikki arbeitt alla feriuna burtur. Ferian skal njótast til tað síðsta við kvalitetstíð við teimum nærmastu og ikki minst nakrar tímar á sofuni við nøkrum partum av øllum tí óneyðuga man í heila tikið kann finna á Netflix.

Ongi farvurík viskileður við fruktlukti verða keypt á hesum sinni, nú teldan hevur tikið yvir, men fyri at merkja kensluna av, at eg skal verða klár til skúlabyrjan, so verði eg tó kanska noydd at keypa nøkur nýggj pløgg til skúlabyrjan...?! Man má gera tað, ið skal til. Síðan er bert eftir at krossa fingrar fyri at síðsta árið verður eins gott og øll hini hava verið og satsa uppá at fáa dagaskil og læra seg at vakna tíðliga um morgunin aftur.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni